Unnamed: 0
int64
0
437k
Text
stringlengths
22
410k
436,700
Fólk við førleikatarni fáa viðgerð uttanlands, um viðgerðartilboðið í Føroyum ikki vísir seg at vera nøktandi.
436,701
Sjúkrahúsverkið kann ávísa 5 sjúklingum um árið á Sclerosusjúkrahúsini í Ry ella Haslev.
436,702
Saman við sjúkrahúsunum er meting gjørd um tørvin á meira starvsfólkaorku í sjúkrahúsverkinum, sambært tilmælinum um endurvenjingarætlan.
436,703
Landssjúkrahúsið hevur í dag 13 ársverk innan fyrsioterapiina (undantikið psykiatriina). Landssjúkrahúsið metir, at tørvur verður á tilsamans 18 fysioterapeutum fyri at nøkta tørvin sambært tilmælinum í endurvenjingarætlanini. Hetta merkir, at tørvur er á 5 ársverkum afturat innan fysioterapiøkið.
436,704
Sambært ergoterapiini, hevur altíð verið ov lítil normering innan ergoterapiøkið. í dag eru 3,6 ársverk. Sum meginreglu sigur man, at talið av ergoterapeutum skal vera 2/3 av fysioterapeutunum. Sambært hesum, so er tørvur á tilsamans 12 ergoterapeutum, tað vil siga 8,4 ársverkum afturat verandi ársverkum. Fyri at nøkta tørvin í dag við at hava 2/3 av ergoterapeutum í mun til fysioterapeutar, er tørvur á umleið 5 ársverkum afturat.
436,705
á Klaksvíkar sjúkrahúsi verður tørvur á tveimum ársverkum afturat verandi. Tað vóru í 2015 5 ársverk av fysio- og ergoterapeutum á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
436,706
Suðuroyar sjúkrahús metir somuleiðis, at tørvur er á 2 ársverkum afturat fyri at nøkta tørvin sambært endurvenjingarætlanini.
436,707
Sjúkrahúsini hava mett, at tørvur verður á tilsamans 17 ársverkum afturat, fyri at nøkta tørvin sambært endurvenjingarætlanini. Hetta svarar til eina meirútreiðslu á uml. 5 mió. kr.
436,708
Hetta er metti bruttokostnaðurin fyri sjúkrahúsverkið, men samfelagsbúskaparliga er hetta ikki kostnaðurin. Góð endurvenjing hevur við sær nógvar fyrimunir, ikki minst fyri sjúklingin og lívsgóðskuna hjá sjúklinginum sjálvum, men eisini fyri samfelagið sum heild. Við góðari endurvenjing er prógvað, at tørvurin á endurinnleggingum av sjúklingum minkar munandi, innleggingarnar eru ofta styttri, tí sjúklingurin kemur skjótari fyri seg, umframt at fleiri sjúklingar kunnu fara heim og klára seg sjálvar í egnum heimi.
436,709
Endurvenjingin skal hjálpa borgarum út aftur á arbeiðsmarknaðin, og/ella at gerast meiri sjálvstøðug og virkin í heima- og frítíðarlívi. Endamálið er, at borgarin, við endurvenjingini, heilt ella partvíst endurvinnur sama førleika aftur, sum viðkomandi hevði, áðrenn hann misti førleikan.
436,710
Almannaverkið veitir endurvenjing til persónar í aldrinum 18-66 ár, sum hava tørv á endurvenjing í sambandi við mistan førleika. í serligum førum kann endurvenjing veitast til persónar, sum eru 16- 17 ár.Endamálið er, at borgarar fáa neyðuga endurvenjing,
436,711
. fyri at fáa ella fasthalda tilknýtið til arbeiðsmarknaðin ella
436,712
. fyri at klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá almannaverkinum.
436,713
Borgarin skal vera í aldrinum 18-66 ár og hava verið úti fyri tilburði, sum hevur broytt førleikastøðið og lívsumstøðurnar munandi. Endurvenjingin er málrættað og verður einans játtað í eitt avmarkað og frammanundan avtalað tíðarskeið.
436,714
Endurvenjingin verður veitt sum eitt tilboð við ergo- og/ella fysioterapi í eitt avmarkað tíðarskeið - upp til 6 mánaðir. Venjingin, sum er 1-4 ferðir um vikuna, kann fara fram í vælútgjørdu hølunum hjá Endurvenjingini í Tórshavn og Runavík, ella heima hjá borgarunum, um hetta verður mett sum besta loysnin. Fyri at geva borgarunum eitt tilboð í nærumhvørvinum, hevur Almannaverkið gjørt avtalu við aðrar myndugleikar og privatar veitarar, um hølir og/ella fakliga tænastu.
436,715
Borgarar søkja beinleiðis Almannaverkið um endurvening. Tá Almannaverkið móttekur eina umsókn, verður málið kannað, fyri at finna útav, um nøktandi upplýsingar eru í málinum, ella um biðjast skal um fleiri upplýsingar, eitt nú læknaupplýsingar. Harumframt verður kannað, um aðrar fyriskipanir í almannaverkinum møguliga skulu setast í verk.
436,716
Vísur kanningin av málinum greitt, at viðkomandi ikki lýkur treytirnar fyri at fáa eitt tilboð, verður umsóknin sýtt. Lýkur viðkomandi treytirnar, verður ein heimavitjan játtað.
436,717
á heimavitjanini verður tosað við viðkomandi um, hvat viðkomandi vil og kann vinna við einum endurvenjingarskeiði. Mett verður um, hvønn málbólk viðkomandi hoyrir til, hvørji tilboð viðkomandi skal hava, og hvussu leingi eitt tilboð, í fyrstu syftu, skal játtast.
436,718
Tá ein borgari hevur fingið játtan, verða ergoterapeutiskar og fysioterapeutiskar kanningar gjørdar. Borgarin fær eina venjingarætlan. í venjingarætlanini stendur hvørjar venjingar viðkomandi fær, hvørji mál arbeitt verður við, og nær ein miðskeiðis endurskoðan av endurvenjingini verður gjørd.
436,719
áðrenn endurvenjingarskeiðið endar verður arbeitt við, hvat, ið hendir aftaná, at skeiðið er endað. Terapeuturin virkar í hesum sambandi sum ein sambindingarliður, soleiðis at skilja, at terapeuturin eitt nú hjálpir viðkomandi í spurninginum um hjálpartól, um viðkomandi skal hjálpast í gongd aftur á arbeiðsmarknaðin, og um viðkomandi skal hava tilknýti til økispsykiatriina o.a.
436,720
Tað sum eyðkennur arbeiðsgongdina í mun til endurvenjing í Almannaverkinum, er tætta tvørfakliga samstarvið millum ergoterapeut og fysioterapeut og í arbeiðsbúgvingarmálum, umframt við avvarðandi sosialráðgeva. Sosialráðgevin vegleiðir eitt nú um, hvat slag av arbeiði er viðkomandi fyri borgaran at røkja, umframt onnur arbeiðsviðurskifti. Eisini er samstarv við avvarðandi, kommunulækna, serlækna o.a.
436,721
Gongdin er, at tað er fleiri menn enn kvinnur, sum søkja endurvenjing (í % av málum pr.ár):
436,722
Tó síggja vit, at yngsti bólkurin er vaksandi. Men tølini eru smá, so tey kunnu lætt broytast.
436,723
Um hugt verður eftir teimum, sum hava verið í endurvenjing, so sæst, at tey flestu eru í einum endurvenjingarskeiði 3-6 mánaðir. Onkur einstøk fáa longt tíðarskeiðið eftir 6 mánaðum, men tað er bara í heilt serligum førum (í % av málum pr. ár):
436,724
Tað eru ikki sjálv sjúkuavgerðin, sum ger av, um endurvenjing í almannaverkinum verður veitt. Avbjóðingin at koma aftur á arbeiðsmarknaðin ella at gerast meira sjálvhjálpin, er ofta størri enn sjúkuavgerðin, sum viðkomandi er visiteraður inn við. Endurvenjingin verður tó løgd tilrættis eftir, hvat viðkomandi bagir. Venjingin tekur støði í, hvat endamálið er, og hvørji málini eru, sum borgarin setur sær saman við terapeutunum.
436,725
Avbjóðingar í mun til verandi virksemi, er at endurvenjing í almannaverkinum er eitt tilboð, ið stendur í vøkstri. Vøksturin fer við tíðini ikki at standa í mát við starvsfólkaorkuna. Tað er eisini ein avbjóðing, at summar venjingar krevja atgongd til venjingarhøli og at borgarin ofta ikki er førur at ferðast til verandi venjingarhøli. í slíkum førum skulu ressursir setast av til ferðing út til borgaran og til at veita venjing á staðnum.
436,726
Sambært 10 í lógini veita kommunurnar heimabúgvandi fólkapensionistum tænastur, ið kunnu stimbra likamliga, sálarliga og sosialt soleiðis, at pensjónisturin kann búgva í egnum heimi sum longst. Tænasturnar kunnu fevna m.a. um ergoterapi, fysioterapi, endurvenjing, fyribirgjandi venjing, viðlíkahaldsvenjing v.m.
436,727
Harumframt kunnu kommunurnar seta á stovn bústaðir til fólkapensjónistar eftir lógini, og kunnu bústaðir fevna um røktarheim, eldrasambýli, eldraíbúðir, umlættingarpláss og samdøgursendurvenjingarpláss.
436,728
Sambært løgtingslóg nr. 20 frá apríl 2014 um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., er álagt kommunum, undantikið Tórshavnar kommunu, at skipa seg í kommunal samstarvsøki, ið hava til endamáls at umsita heimatænastu, eldrarøkt v.m. í viðkomandi kommunum.
436,729
Kommunurnar hava, samsvarandi hesum, skipað seg í 7 ymisk samstarvsøkir, umframt at Tórshavnar kommuna er at meta sum ein sjálvstøðug eind.
436,730
Samstarvsøkini hava sjálvstøðuga leiðslu, ið fevnir um eitt stýri, ið verður valt av einstøku luttakandi kommununi eftir einum lutfalli, ið er ásett í lógini. Til at hava dagliga ábyrgdina av virkseminum, setur stýrið ein leiðara fyri samstarvsøkið. Samstarvsøkini hava sjálvstøðuga fíggjarætlan.
436,731
Tað er ymiskt, hvussu einstøku tænasturnar hava skipað sítt virksemi, hvørji tilboð verða veitt, og hvussu hesi tilboð eru skipað. Hetta kemst fyrst og fremst av, at kommunurnar yvirtóku økið, soleiðis sum tað var skipað áðrenn yvirtøkuna, har tilboðini frammanundan vóru ymisk. Strukturin var og er framvegis tengdur at ymsum viðurskiftum, so sum landafrøði, lokalum serloysnum, umframt, at tey lokaløkir, har smærri sjúkrahúsini liggja, hava ávísar fyrimunir, tá um endurvenjing ræður.
436,732
Sambært teimum upplýsingum, ið eru fingnar til vega í sambandi við at arbeitt hevur verið við hesum tilmæli, nýtir kommunali geirin árliga tilsamans góðar 15 mió. kr. til tær venjingar, ið kommunurnar veita til fysio- og ergoterapi. Tilsamans eru umleið 30 ársverk til ergo- og fysioterapeutar í kommunala geiranum.
436,733
Sum nevnt er ymiskt, hvussu útreiðslurnar eru gjørdar upp í ymsu økjunum og hvat útreiðslurnar fevna um, og tí ber ikki til at samanbera tølini beinleiðis. Tølini eru tí gjørd upp sum samlaðar
436,734
metingar fyri allan tann kommunala geiran.Tey fevna um ymsar útreiðslur so sum starvsfólk, hølisútreiðslur, útgerð og hjálpartól, flutningsútreiðslur. í uppgerðini av útreiðslum, hava kommunurnar ikki skilt ímillum, um talan er um endurvenjing, viðlíkahald, fyribyrging ella annað.
436,735
Arbeiðsbólkurin var í januar 2016 í Noregi og kunnaði seg um endurvenjingarøkið, soleiðis sum tað er skipað í Noregi. á ferðini fekk arbeiðsbólkurin innlit í bygnaðin, hvussu endurvenjing verður veitt, av hvørjum og nær. á ferðini vitjaði arbeiðsbólkurin m.a. sersjúkrahús, ið taka sær av serkønari endurvenjing og kommunal tilboð innan endurvenjing.
436,736
Arbeiðsbólkurin fekk á ferðini holla vitan um,,hvussu endurvenjing er skipað í lógum og reglum, og hvussu endurvenjingin veruliga verður útint á bæði kommunalum og almennum stigi.
436,737
í 2012 varð ein nýskipan framd, ið kallast Samhandlingssreformen. Nýskipanin varð framd við tí fyri eyga at loysa tríggjar ítøkiligar avbjóðingar innan endurvenjingarøkið. Fyrsta avbjóðingin var, at samskipanin av tænastum á økinum, ikki var nøktandi fyri borgaran. Onnur avbjóðingin var, at tænastan í ov lítlan mun snúði seg um avmarking og fyribyrging av sjúku. Triðja avbjóðingin var, at fólkafrøðiliga menningin og broytingar í sjúkumyndini, fóru at geva samfelagnum stórar fíggjarligar avbjóðingar.
436,738
Nýskipanin merkti, at kommunurnar frá januar 2012 fingu høvuðsábyrgdina av, at teirra borgarar hava atgongd til heilsutænastur, annaðhvørt tær verða veittar innan spesialisthelsetjenesten ella sum kommunalar heilsutænastur. Hugsanin var, at kommunurnar á henda hátt vórðu eggjaðar til at royna við fyribyrgjandi átøkum til tess at spara kostnaðin av innlegging á sjúkrahúsum.
436,739
í sambandi við Samhandlingsreformen hækkaði tann fíggjarliga afturberingin millum land og kommunu.
436,740
Við nýskipanini vórðu kommunur og sjúkrahús tvingaði at gera avtalur, ið innihalda minstakrøv viðvíkjandi endurvenjing. Haraftrat varð sett eitt ráð til at greiða ósemjur viðvíkjandi hesum avtalum. Hóast nýskipanin enn hevur ymisk lítir, er hon at meta sum eitt frambrot fyri endurvenjingartilgongdina hjá einstaka borgaranum.
436,741
Yvirskipað verður endurvenjingin í Noregi skipað innan almenna og kommunala geiran. Meðan kommunali geirin tekur sær av vanligari umsorganartænastu, viðlíkahaldsvenjing og vanligari endurvenjing, verður serkøna endurvenjingin veitt av tí almenna innan tænastuna, ið kallast spesialisthelsetjenesten. Spesialisthelsetjenesten verður fyrisitin av fýra økiseindum, ið fevna um alt Noreg. Eindirnar eru HelseVest, Helse Sør-Øst, Helse Midt-Norge og Helse Nord. Hesar eindir, ið eru almennar, hava m.a. sum uppgávu at samskipa endurvenjingina millum land og kommunu.
436,742
Hvør borgari fær í sambandi við sína sjúkuviðgerð eina ætlan, ið kallast individuel plan og ein samskipara. Hendan ætlanin lýsir, hvat ið skal gerast fyri tann einstaka, og hvat, ið krevst av samskipan. Borgarin fær høvi at gera sína ávirkan galdandi. Kommunan tekur avgerð um, ella í hvønn mun, borgarin hevur tørv á individuel plan og samskipara. ábyrgdin fyri hesum liggur eisini hjá kommununi, ið eisini tekur stig til at samskipa viðurskiftini við avvarðandi økiseind. Tann samskipandi leikluturin millum land og kommunu, verður raðfestur høgt í skipanini. Hetta er til tess,
436,743
at borgarin ikki skal verða málsviðgeri í egnum lívi, at kostnaðurin fyri sjúkutilgongdina verður hildin so lágur sum møguligt, og til tess at tilgongdin gerst so smidlig sum møguligt fyri borgaran. Rætturin til samskipara og individuel plan er lógarfestur.
436,744
Mest týðandi lóggávan á økinum er lov om kommunale- og omsorgstjenester og specialisthelsetjenesteloven við tilhoyrandi kunngerðum. Hesar lógir skipa viðurskifti millum land og kommunu kring rættin til samskipara, individuel plan og hvussu samskipanin skal fara fram. Lógirnar skipa rættindi hjá borgarum og skyldir hjá avvarðandi myndugleikum. Lógirnar áseta ikki eitt minstamark fyri tænastuni, men tænastan, ið verður veitt borgaranum, er grundað á eitt læknaligt forsvarlighedskriterium.
436,745
Serkøna endurvenjingin verður, eitt nú, veitt á Sunnaas Sykehus og Akershus Universitetshospital. Haraftrat verður serkøn endurvenjing, ið er vend móti arbeiðsmarknaðinum, veitt á sersjúkrahúsinum AiR gjøgnum NAV, ið er almennur stovnur, ið m.a. fyrisitur arbeiðsmarknaðarmál. Borgarin kann, sum meginregla frítt velja, hvar hann ynskir at viðgerðin skal fara fram og hevur møguleika at fáa endurgjald fyri ferðakostnaðin.
436,746
í Noregi eru ásetingar um endurvenjingarætlan og samskipan í lov om pasient- og brukerrettigheter (Lov nr. 1999-07-02- og í Forskrift om habilitering og rehabilitering individuel plan og koordination (For-2011-12-16-. Niðanfyri verður greitt nærri frá lógarásetingunum um endurvenjingarætlan ella individuell plan og samskipandi eindum ella koordinerende enheter.
436,747
Individuel plan er heiti á endurvenjingarætlan innan endurvenjingarøkið í Noregi, ið ásetur fyri borgaran, hvør tørvurin á endurvenjing er, hvørjum málum miðað verður eftir at røkka, og hvat fyri ressursir eru neyðugar, til tess at røkka hesum.
436,748
Rætturin til Individuel plan er heimilaður í lóg og tilhoyrandi kunngerð, og er galdandi bæði fyri almenna og kommunala geiran.
436,749
Endamálið er, at ætlanin skal verða nýtt sum eitt amboð, ið skal vinna borgaranum, ið hevur tørv á drúgvum og samskipaðum tænastum, rætt til tær tænastur, ið eru neyðugar.
436,750
Til tess, at borgarin fær eina tænastu, ið er grundað á eina felags fatan av júst hansara tørvi, er neyðugt at allir myndugleikar og tænastuveitarar, t.d. læknar, fysio- og ergoterapeutar, geva sítt íkast til at menna ætlanina. á henda hátt vísir ætlanin heilt greitt, hvør tørvurin er og hvør hevur ábyrgdina fyri at nøkta tørvin.
436,751
Borgarin hevur rætt at luttaka í arbeiðnum at leggja ætlanina til rættis. Hendan luttøka verður viðmæld. Høvuðsábyrgdin fyri ætlanini liggur tó hjá teimum, ið veita borgaranum tænastuna.
436,752
Hóast ætlanin skal verða ein djúptøkin meting av ítøkiliga tørvinum hjá viðkomandi borgara, er týdningarmikið at geva gætur, at ætlanin ikki skal fatast sum ein endalig góðkenning av rættinum til ávístu tænasturnar í ætlanini. Avvarðandi myndugleiki skal framvegis meta um ítøkiliga tørvin og vavi av tænastuni, men myndugleikin skal, í øllum førum, nýta ætlanina sum grundarlag undir málsviðgerðini. Sostatt gevur lógarbundni rætturin til eina individuella ætlan ikki eitt lógarbundi krav
436,753
um ávísa tænastu. Visitering fer framvegis fram eftir galdandi reglum og tænastan er framvegis játtanarbundin.
436,754
Bæði almenni og kommunali geirin hava eina lógarbundna skyldu at veita samskipan innanfyri endurvenjing. í stuttum kann sigast, at almenni geirin skal veita samskipan innan serøkið (spesialisthelsetjenesten) og kommunali geirin skal veita samskipan innan kommunala økið, ið er meira alment (kommunehelsetjenesten).
436,755
Økisbundnar og yvirskipaðar samskipandi eindir eru í øllum fýra heilsuøkjunum í Noregi. Hesar hava yvirlit og samband við samskipandi eindirnar á sjúkrahúsunum og teimum kommunum, ið heilsuøkini varða av.
436,756
Allar tær samskipandi eindirnar, hava sum felagsábyrgd, at gera eina individuel plan, og at seta og upplæra samskiparar. Samskiparar verða settir eftir tørvi, bæði innan sjúkrahúsverkið og hjá kommunum. ábyrgdin fevnir um allar sjúklingabólkar, ið hava tørv á longrivarandi og samansettum tilboði um endurvenjing. ítøkiliga hevur samskipandi eindin á sjúkrahúsunum yvirskipaðu ábyrgdina av individuel plan, meðan kommunurnar hava ábyrgd fyri at geva sjúkrahúsunum neyðugu tørvsmetingina til at gera individuel plan og setan av samskipara.
436,757
Tvørfakligt samstarv er millum starvsbólkarnar, ið eru knýttir saman í hesari skipan.
436,758
Samskipandi eindirnar stuðla undir hetta samstarvið. Týdningarmikið í hesum sambandi er, at borgarin fær møguleika at ávirka sína endurvenjingartilgongd, og at tilgongdin er so smidlig og samanhangandi sum møguligt.
436,759
í íslendskari lóggávu og í praksis, verður endurvenjingin sæð sum ein partur av endurmenningini, sum fer fram í heilsuverkinum. Tilboðið um endurmenningartænastur í heilsuverkinum (rehabilitation) er nevnt í lógini um heilsutænastur, Health Service Act No. 40/ Article 1 sigur yvirskipað, at:
436,760
All people of Iceland shall have access to the optimum health service which it is possible to provide at any time in order to safeguard mental, physical and social health.
436,761
í Article 4 verður ein røð av heilsutænastum nevndar, her undir endurmenning: Health service: All forms of primary healthcare, medical care, nursing, general and specialised hospital service, transport of patients, medical-aids service, and service from health personnel within and outside healthcare facilities, provided in order to promote health, to prevent, diagnose or treat illness, and to rehabilitate patients (okkara markering).
436,762
Heilsuverkið hevur tí, sambært lóg, skyldu at veita borgarunum endurmenning. Visiteringin til tænasturnar, sum landið letur stuðul til, fer fram eftir læknaávísing.
436,763
Endurmenningin og harvið endurvenjingin í íslandi fer í høvuðsheitum fram á sjúkrahúsum og serligum endurmenningardeplum. Endurmenningardeplarnir eru skipaðir sum sjálvsognarstovnar, sum landið fíggjar. Ein minni partur fer fram hjá privatstarvandi fysioterapeutum og úti á røktarheimum kring landið. í íslandi hevur heilsumálaráðharrin ábyrgdina fyri at veita endurmenning.
436,764
Henda lýsing umrøður tey tilboð, sum eru á sjúkrahúsi og á endurmenningardeplunum.
436,765
á flestu sjúkrahúsunum í íslandi eru endurmenningardeildir, men tað er ymiskt, hvussu endurmenningin er skipað, og á hvørjum fakligum torleikastigi endurmenningin er. Til dømis veita tey smærru sjúkrahúsini samdøgursrehabilitering til eldri borgarar. Hetta er tænasta sum í Føroyum verður ment úti á røktarheimunum. Tað er vert at geva gætur, at eldraøkið er landsuppgáva í íslandi, og fleiri av smærru sjúkrahúsunum kring landið, virka sum bæði sjúkrahús og røktarheim.
436,766
Grensásdeild er hin størsta endurvenjingardeildin, sum - hóast ein integreraður partur av virkseminum á Landspitalinum er ein sjálvstøðug eind, sum liggur á einum heyggi nakað burturfrá meginbygninginum hjá Landspitalinum. á Grensas fer serkøn endurvenjing og endurmenning fram til allar íslendingar, sum hava stóran tørv á endurmenning innan fleiri øki. Tænasta verður veitt til fleiri sjúklingarbólkar, men serliga fyri fólk, sum hava verið fyri heilabløðing, heilaskaða, mønuskaða, sum hava ymsar varandi neurologiskar sjúkur, fólk, sum hava fingið viðgerð fyri krabbamein og fólk, sum hava ligið leingi á intensivari deild. á Grensas eru sengur til bæði innlagdar sjúklingar og til ambulantar sjúklingar og umleið 4000 sjúklingar fáa viðgerð árliga, harav 90 prosent fáa ambulanta viðgerð.
436,767
Harafturat eru fleiri sjálvsognarstovnar, sum veita endurmenning. íslendska Heilsutrygd ger, vegna landið, á hvørjum ári avtalur við ymsu stovnarnar um neyvt allýstar tænastur. Samstarv er ímillum deildina á Grensas og eitt nú endurvenjingardeplarnar Reykjalundir og í Hverðagerði, um hvør skal taka sær av ymsu sjúklingabólkunum og seinnu árini er virksemið vorið rættiliga væl samskipað. Tað merkir yvirskipað, at ymsu stovnarnir hava spesialiserað seg innan ymisk øki og supplera hvønn annan á øðrum økjum - eitt nú gikt, hjarta og innan ymsar lívstílssjúkur.
436,768
Endurmenningardepilin Reykjalundir liggur í náttúruvøkrum umhvørvi, skamt uttanfyri Reykjavík, og hevur søguliga sæð verið hin størsti og mest vitjaði endurmenningardepilin í íslandi. á Reykjalundum eru átta eindir, sum veita endurmenning innan t.d. hjarta, varandi pínu, psykiatri, gikt og neurologi. Langar bíðirøðir eru til at fáa venjingar og árliga fær depilin 50 prosent fleiri ávísingar enn tey megna at viðgera. Gott 000 sjúklingar vitja Reykjalundir um árið, harav eru knapt 34 ambulantar vitjanir.
436,769
Harafturat er ein serligur endurvenjingardepil til børn í Reykjavík róptur Æfingastøðin. Virksemið á depilinum er somuleiðis fíggjað sambært avtalu við Heilsutrygd, men ein partur av fíggingini kemur eisini frá privatum felagsskapum og privatpersónum. Karmarnir hjá Æfingastøðini, vórðu til dømis fíggjaðir av ymskum stuðulsfelagsskapum, fyri børn við breki.
436,770
At fáa privata fígging til tól og høli, er í heila tikið rættiliga vanligt í íslendska heilsuverkinum í øllum førum, í nógv størri mun, enn í Føroyum.
436,771
Sjúkrahúsverkið veitir ókeypis endurvenjing til sjúklingar, sum hava læknafakliga grundaðan tørv á endurvenjing á sjúkrahúsi vegna skaða ella sjúku.
436,772
2. Endurvenjing verður veitt, tá ið sjúklingur er innlagdur, men kann eisini verða veitt, tá ið sjúklingi tørvar ambulanta endurvenjing.
436,773
3. Sjúkrahúsverkið kann, fyri at røkja sína skyldu sambært stk. 1, gera avtalur, m.a. um keyp av tænastum, við aðrar myndugleikar, stovnar og privatar veitarar.
436,774
Endurvenjingin fevnir um miðvísa, tíðaravmarkaða og fyriskipaða venjing, sum hevur til endamáls, at sjúklingurin í størst møguligan mun kann endurvinna sínar mistu førleikar, bæði likamliga og sálarliga.
436,775
Endurvenjing verður veitt, tá ið lækni hevur staðfest ein tørv á endurvenjing, og byrjar, so skjótt sum tað er ráðiligt í mun til heilsustøðuna hjá sjúklinginum.
436,776
2. Endurvenjing varir í mesta lagi í 3 mánaðir. í serligum førum kann tíðarskeiðið leingjast, soleiðis at endurvenjingin varar longur enn 3 mánaðir.
436,777
3. Endurvenjingin endar, tá ið lækni hevur staðfest, at endurvenjing á sjúkrahúsi er liðug; tá ið tað er staðfest, at førleikin ikki kann endurvinnast, ella tá tíðin er lokin.
436,778
Lækni tilnevnir eitt heilsustarvsfólk at hava ábyrgdina av at samskipa enduvenjingar-
436,779
tilboðið til sjúklingin, tá ið endurvenjingar- tilgongdin byrjar á sjúkrahúsi.Stk. Heilsustarvsfólkið skipar fyri inn- og útskrivingarsamrøðum v.m., har avvarðandi heilsustarvsfólk, sjúklingurin og hansara avvarðandi luttaka. Heilsustarvsfólkið er sambindingarlið millum myndugleika og borgara, og millum sjúkrahúsverk og aðrar geirar.
436,780
3. Um mett verður, at sjúklingur hevur tørv á endurvenjing frá Almannaverkinum og/ella kommunum eftir útskrivan, luttaka, umframt tey í stk. 2 nevndu, samskipari á Almanna- verkinum og/ella kommunu í samskipandi samrøðum.
436,781
Tá ið sjúklingur hevur tørv á endurvenjing frá Almannaverkinum og/ella kommunum eftir útskrivan, skal sjúkrahúsverkið bjóða sjúkling- inum eina endurvenjingarætlan.
436,782
2. Endurvenjingarætlanin skal verða skrivlig og skal verða gjørd í samráð við sjúklingin. 3. Byrjað verður við at lýsa endurvenjingartilgongdina, ímeðan sjúklingur er innlagdur ella í undir ambulantari endurvenjing.
436,783
.d) Hvat endurvenjingin eigur at miða ímóti í ítøkiliga førinum,
436,784
Sjúklingurin skal í seinasta lagi við útskrivan av sjúkrahúsi ella tá ið ambulanta sjúkrahúsendurvenjingin er liðug, fáa endurvenjingarætlanina.
436,785
2. Harumframt skal endurvenjingarætlanin, eftir avtalu við sjúklingin, latast avvarðandi kommunu, Almannaverkinum ella øðrum sjúkrahúsi, um endurvenjing skal halda áfram har.
436,786
Um sjúklingur hevur rætt til endurvenjing eftir lokna viðgerð á sjúkrahúsinum, ella tá ið ambulant endurvenjing á sjúkrahúsinum er liðug, og tørvur er á framhaldandi samskipan, skal sjúkrahúsverkið samstarva við Almanna- verkið ella kommunurnar.
436,787
Almannaverkið veitir endurvenjing til borgarar í aldrinum 18-66 ár, sum hava tørv á endurvenjing í sambandi við mistan førleika. Stk. í serligum førum kann endurvenjing veitast til borgarar, sum eru 16-17 ár.
436,788
3. Endamálið við endurvenjing er, at borgarar fáa og fasthalda tilknýtið til arbeiðsmarknaðin ella klára seg uttan ella við minni hjálp frá Almannaverkinum.
436,789
4. Fyri at røkja sína skyldu sbrt. stk. 1 kann Almannaverkið gera avtalur við aðrar myndugleikar, stovnar og privatar veitarar um keyp av tænastum.
436,790
Endurvenjingin er miðvís, tíðaravmarkað og samskipað.Stk. Endurvenjingin varir í mesta lagi í 6 mánaðir. í serligum førum kann tíðarskeiðið leingjast, soleiðis at endurvenjingin er longur enn 6 mánaðir.
436,791
3. Tá ið endurvenjingin verður longd sbrt. stk. 2, skal møgulig endurvenjingarætlan sbrt. 3 endurskoðast. 4. Endurvenjingin endar, tá ið førleikin er endurvunnin, tá ið tað er staðfest, at førleikin ikki kann endurvinnast, ella tá tíðin er lokin.
436,792
Almannaverkið bjóðar endurvenjingar- ætlan til borgarar, ið hava fingið játtað endurvenjing.Stk. Endurvenjingarætlanin verður gjørd í samstarvi við borgaran.
436,793
.i) Samtykki frá sjúklinginum um, at endurvenjingarætlanin kann latast øðrum viðkomandi myndugleikum.
436,794
Almannaverkið tilnevnir eitt starvsfólk at hava ábyrgdina av at samskipa endurvenjingartilboðið til borgaran. Starvsfólkið er sambindingarlið millum myndugleika og borgara, og millum Almannaverk og aðrar geirar.
436,795
2. Um mett verður, at sjúklingur hevur tørv á endurvenjing frá sjúkrahúsverkið og/ella kommunum eftir útskrivan, luttaka samskipari á sjúkrahúsverkið og/ella kommunu í samskipandi samrøðum.
436,796
Endurvenjingin fer fram so nær bústaðnum hjá borgaranum sum møguligt.Stk. Partar av endurvenjingini kunnu fara fram í heiminum, um umstøðurnar loyva hesum.
436,797
Almannaverkið hevur skyldu til at samstarva við sjúkrahúsverkið, tá ið mett verður at sjúklingur hevur tørv á endurvenjing frá Almannaverkinum eftir at endurvenjing á sjúkrahúsi er liðug.
436,798
Umsókn um endurvenjing skal sendast til Almannaverkið á serligum umsóknarblaði.
436,799
2. Almannaverkið tekur avgerð um tilboð 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir,