Unnamed: 0
int64 0
437k
| Text
stringlengths 22
410k
|
---|---|
436,800 | Sjúkrahúslækni umframt kommunulækni, kann vísa til endurvenjing á Ergo- og Fysioterapideildini á Landssjúkrahúsinum. |
436,801 | Meðan sjúklingur er innlagdur, kann hann fáa endurvenjing, um lækni ordinerar/skipar fyri hesum. Endurvenjing kann vera til hesar sjúklingar:Fysioterapi:Mobilisering og lungnaterapi: aftaná skurðviðgerð, seingjalegu, sjúku t.d. apopleksi ,hjarta-, lungna-, krabbameins-, KOL-, palliativir-, trot-, nýra-, sukursjúkusjúklingar og aðrir neurologiskir- og geriatriskir sjúklingar (gomul við fleiri sjúkum) o.a. |
436,802 | Mett verður um, um sjúklingur hevur tørv á hjálpartólum, og verður sjúklingurin stuðlaður í at søkja um tey. |
436,803 | Sjúklingur, sum er skurðviðgjørdur og hevur fingið nýggja mjødn, hevur møguleika fyri at venja á einum liði í fýra vikur, tilsamans 8 ferðir |
436,804 | Sjúklingur, sum er skurðviðgjørdur og hevur fingið nýtt knæ, hevur møguleika fyri at venja á einum liði í fýra vikur, tilsamans 8 ferðir |
436,805 | Sjúklingur, sum er skurðviðgjørdur í rygginum, hevur møguleika fyri at fáa vegleiðing og venja tilsamans 6-8 ferðir |
436,806 | Sjúklingur, sum hevur verið á skurð ambulatoriið og fingið ávísing frá lækna, t.d aftaná beinbrot ella skurðviðgerð av økslini, kann fáa endurvenjing eftir tørvi |
436,807 | Sjúklingur, sum er skurðviðgjørdur og hevur fingið nýtt krossband, hevur møguleika fyri at venja í 8 vikur |
436,808 | Sjúklingur, sum er skurðviðgjørdur fyri bróstkrabba, hevur møguleika fyri vegleiðing og endurvenjing 3-5 ferðir í einum tíðarskeiði uppá 3 mánaðar |
436,809 | Barnakona, sum hevur pínu í kokuni (kokuloysn), hevur møguleika fyri at koma til eina meting og vegleiðing eina ferð. |
436,810 | Sjúklingur, sum er inkontinent/ur, hevur trupult við at halda uppá landi og/ ella skarni, hevur møguleika fyri at fáa endurvenjing í bólki ella sum einstaklingur: o Incontinens fyri landi og/ella skarni, 1 til 5 ferðir individuelt, og í bólki 4 ferðir o Radikal prostataectomi, 1 til 3 ferðiro Sphincter rupturar, 1 til 5 ferðir |
436,811 | Sjúklingur, sum hevur Lymfødem, (primer lymfødem, sekunder lymfødem, lippødem, pleboødem, plebo/lymfødem), hevur møguleika fyri at koma til endurvenjing/lymfødem viðgerð eina til tvær ferðir um árið. |
436,812 | Sjúklingar, sum eru knýttir at Psykiatriska deplinum, kunnu fáa endurvenjing eftir avtalu. |
436,813 | Sjúklingur, sum hevur fingið apopleksi, kann fáa endurvenjing Ambulant endurvenjing frá ergoterapeuti, verður veitt hesum sjúklingum: |
436,814 | Sjúklingur, sum er skurðviðgjørdur ella hevur fingið skaða í hondini, hevur møguleika fyri at fáa endurvenjing/vegleiðing frá ergoterapeuti |
436,815 | Sjúklingur sum hevur verið innlagdur á sjúkrahúsi, t.d í Danmark og fingið ergoterapi har, hevur møguleiki fyri at halda áfram við ergoterapi á Landssjúkrahúsinum Tilboð um endurvenjing á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Sjúkrahúslækni kann vísa til endurvenjing á Ergo- og Fysioterapideildini á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Meðan sjúklingur er innlagdur, kann hann fáa endurvenjing, um lækni ordinerar/skipar fyri hesum. Mett verður, um sjúklingur hevur tørv á hjálpartólum, og verður sjúklingurin stuðlaður í at søkja um tey. Sjúklingar kunnu verða innlagdir til endurvenjing á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Teir sjúklingabólkar sum kunnu fáa hetta tilboð eru: |
436,816 | Sjúklingar, sum eru innlagdir til planlagda skurðviðgerð, t.d skift mjødn og knæ, vegna ryggskurð, beinbrot, hond ella fót m.v. |
436,817 | Apopleksisjúklingar, sum hava verið innlagdir á Landssjúkrahúsinum og sum hava vant fyrstu tíðina á Landssjúkrahúsinum (Fasa 1 og , kunnu fáa framhaldandi endurvenjing. Møguleiki |
436,818 | er fyri at tríggir sjúklingar eru til endurvenjing í senn. Vanliga kann endurvenjingin vera í upp til 3 mánaðar. |
436,819 | Parkinson og sclerosu sjúklingar, kunnu verða innlagdir til endurvenjing í eitt intensivt tíðarskeið, á umleið 2-3 vikur. |
436,820 | Sjúklingar, sum hava verið undir skurð, og sum hava fingið eginendurvenjingarætlan, og sum tó hava tørv á endurvenjing, kunnu fáa endurvenjing í eitt avmarkað tíðarskeið |
436,821 | Apopleksisjúklingar hava møguleika fyri framhaldandi ambulantari endurvenjing í upp til 3 mánaðar. Møguleiki er fyri at leingja ambulantu endurvenjingina. |
436,822 | Diabetes sjúklingar kunnu venja á einum liði. Liðini verða skipað, tá tørvur er á tí. |
436,823 | Giktasjúklingar kunnu fáa endurvenjing í heittvatnshyli. Sjúklingar venja í bólki, umleið 6 fólk í senn. Serlækni og kommunulækni kunnu vísa til heittvatnshyl |
436,824 | Hjartasjúklingar, venjing á liði í 12 vikur, venjingin er 2-3 ferðir um vikuna Tilboð um endurvenjing á Suðuroyar sjúkrahúsi Sjúkrahúslækni kann vísa til endurvenjing á Ergo- og Fysioterapideildini á Suðuroyar sjúkrahúsi. Meðan sjúklingar eru innlagdir, kunnu teir fáa endurvenjing, um lækni ordinerar/skipar fyri hesum. Mett verður um, um sjúklingur hevur tørv á hjálpartólum, og verður sjúklingurin stuðlaður í at søkja um tað. Sjúklingar, sum fáa endurvenjing meðan teir eru innlagdir, eru t.d mobilisering og lungaterapi aftaná skurðviðgerð, og aftaná sjúku: |
436,825 | Sjúklingar, her undir mjadna- og knæalloplastik, fáa venjingar tvær ferðir dagliga |
436,826 | Geriatriskar sjúklingar fáa endurvenjing og almenn mobilsering/passiv mobilisering. Sjúklingar kunnu verða innlagdir til endurvenjing á Suðuroyar sjúkrahúsi. Teir sjúklingabólkar sum kunnu fáa hetta tilboð eru: |
436,827 | Sjúklingar við varðandi sjúku og/ella sum hava seinfylgir eftir sjúku. Endamálið við hesum venjingum er at geva sjúklingum eina intensiva viðgerð og venjing tvær ferðir dagliga í tilsamans fýra vikur frá bæði fysioterapeuti og ergoterapeuti. Kommunulækni kann vísa til hetta |
436,828 | Kommunulækni kann vísa til ambulanta endurvenjing, sum er í eitt avmarkað tíðarskeið. Virksemið fevnir yvirskipað um hesar bólkar: |
436,829 | Sjúklingar við niðursetta rørslu í ryggi, akslum, ella við bruna (tendinitis, bursitis v.m.) |
436,830 | Børn við atferðatrupulleikum ella motoriskum avbjóðingum. Sjúkrahúslækni kann vísa til ambulanta endurvenjing, sum er eitt avmarkað tíðarskeið. Virksemið fevnir yvirskipað um: |
436,831 | Sjúklingur, sum er skurðviðgjørdur fyri mjadna- og knæalloplastik, fær vegleiðing/ venjing áðrenn og eftir skurðviðgerð |
436,832 | Sjúklingur, sum er skurðviðgjørdur fyri spinalstenosu v.m., fær vegleiðing/ venjing áðrenn og eftir skurðviðgerð |
436,833 | Endurvenjing í heittvatnshyli verður veitt bólkum við: barnakonum og fólk við kroniskum sjúkum - diabetes, gikt og fibromyalgi. |
436,834 | Sjúklingar við varandi sjúkum, kunnu tá fáa tilboð um fysioterapi/ergoterapi tvær ferðir um árið í upp til 12 vikur. Tilboð um endurvenjing innan almannaverkið Endurvenjingin í almannaverkinum er lógarfest í 29 í forsorgarlógini: Almannaverkið veitir endurvenjing til persónar í aldrinum 18-66 ár, sum hava tørv á endurvenjing í sambandi við mistan førleika. í serligum førum kann endurvenjing veitast til persónar, sum eru 16- 17 ár. Endamálið er, at borgarar fáa neyðuga endurvenjing, |
436,835 | Endurvenjingin skal hjálpa borgarum út aftur á arbeiðsmarknaðin og/ella at gerast meiri sjálvstøðug og virkin í heima- og frítíðarlívi. Endamálið er, at borgarin, við endurvenjingini, heilt ella partvíst endurvinnur sama førleika aftur, sum viðkomandi hevði, áðrenn hann misti førleikan. |
436,836 | Um borgari ynskir endurvenjing, verður søkt um tað hjá Almannaverkinum. Umsóknarblaðið um endurvenjing er at finna undir oyðubløð á heimasíðuni hjá Almannaverkinum www.av.fo |
436,837 | Endurvenjing hjá kommununum er lógarfest í lógina um heimatænastu |
436,838 | Kommunurnar veita heimabúgvandi fólkapensjónistum, t.v.s. borgarum eldri enn 67 ár tænastur, ið kunnu stimbra likamliga, sálarliga og sosialt soleiðis, at pensjónisturin kann búgva í egnum heimi sum longst. |
436,839 | Dagtilhald, ergoterapi, fysioterapi, endurvenjing, fyribyrgjandi venjing, viðlíkahaldsvenjing, dagtilboð, mattænastu, umlætting, koyritænastu, vegleiðing o.s.fr. |
436,840 | Endurvenjing er eitt miðvíst og tíðaravmarkað samstarv millum eldri borgarar, avvarðandi og heilsustarvsfólkini. Málið við at endurvenja eldri borgarar er, at borgarin í so stóran mun sum gjørligt, verður førur fyri at gera tað, ið hann var førur fyri, áðrenn hann misti førleikan. |
436,841 | Førleikin at røra seg, at vera virkin, at fata, at kenna og at virka saman við øðrum verður mentur. Málini og innihaldið í venjingini verða ásett fyri hvønn einstakan í samstarvi millum partarnar. |
436,842 | Tænasturnar eru skipaðar ymiskt í kommununum, og kunnu borgarar fáa meira at vita um tænasturnar, við at seta seg í samband við avvarðandi kommunu, og ella við at leita á heimasíðuni hjá kommununi. |
436,843 | Borgari, kommunulækni, avvarðandi, visitator og heilsustarvsfólk, kunnu venda sær til heimarøktina í kommununi, við ynski um endurvenjing. Mannagongdin fyri at fáa endurvenjing eru skipað ymiskt frá kommunu til kommunu. |
436,844 | Uppskotið um yvirtøku av veðurtænastuni varð viðtikið í 2008, og formliga varð veðurtænastan yvirtikin frá DMI apríl í lógini um yvirtøku av veðurtænastuni stendur m.a.: . Sum frálíður er ætlanin at víðka virksemið við tveimum veðurfrøðingum, og verður samlaði kostnaðurin hjá landinum av veðurtænastuni tá mettur at verða kr. 000,00 . |
436,845 | í mai 2018 setti landsstýrismaðurin innan málsøkið veðurtænasta ein arbeiðsbólk at gera eina ætlan um dagførda, útbygda og nøktandi veðurtænastu í Føroyum. Lýstur var arbeiðssetningur, herundir, at arbeiðsbólkurin skal koma við eini ávegis frágreiðing við einum fyribils tilmæli tann oktober |
436,846 | Viðvíkjandi navn fyri eina útbygda og nøktandi føroyska veðurtænastu meta vit at Veðurstovan ella Veðurstova Føroya er gott og samsvarar við Havstovan, Umhvørvisstovan, Hagstovan, Búnaðarstovan v.fl. og eisini Veðurstofa íslands. |
436,847 | Bygnaðarliga meta vit, at tað ikki er grundarlag og heldur ikki neyðugt at gera ein nýggjan sjálvstøðugan stovn, men at Veðurstovan verður ein partur av øðrum stovni ein deild. Tað verður mett, at Fróðskaparsetrið og Havstovan ivaleyst eru teir stovnur, har mest samvirkanarárin ella synergi er viðvíkjandi gransking og kanningum, soleiðis at betri møguleikar eru at troyta tilfeingið og |
436,848 | Vit hava havt fund við Vørn og fingið frágreiðing um, at teir við eini løgujáttan í 2017 og sparingar av lønarupphædd hava fingið veðurstøðirnar kring landið dagførdar og sett upp tvær nýggjar veðurstøðir, á Eiði og Borðuni, so tað nú eru 6 veðurstøðir í Føroyum. á veðurstøðini á Boðanesi eru gjørdar stórar ábøtur á ognina, so hon nú er í rættiliga góðum standi. Mett verður, at við núverandi |
436,849 | upphædd á 4,8 mió kr. árliga, er møguleiki at reka núverandi skipan við 6 veðurstøðum, einari |
436,850 | Vit hava havt samskifti og fund við DMI um endurskoðan av sáttmálanum, soleiðis, at tað verður |
436,851 | møguleiki at gera veðurforsagnir her í Føroyum á sama hátt sum á DMI, og at menna granskingararbeiðið t.d. við veðurmodellum, downscaling. Seinni í heyst fara vit at kanna møguleikarnar í øðrum norðurlendskum veðurstovnum. Vit meta, at ein nýggjur sáttmáli við DMI ella annan veðurstovn í fyrstu atløgu ivaleyst verður á sama kostnaðarstigi sum nú, men vit vænta |
436,852 | Fyri at fáa ein dagførdan veðurstovn verður neyðugt við nøkrum veðurfrøðingum og útreiðslur til servara-teldur og/ella mini-super-teldur v.m. Harumframt eru ynski um fleiri mátingar kring landið, bæði til kanningar og tilbúgving og her eru serliga veðurradari av stórum týdningi so tyrluflúgvingin |
436,853 | Vit hava nú arbeitt í nakrar fáar mánaðir, ogdagførda, útbygda og nøktandi føroyska veðurtænastu. |
436,854 | Tað er eisini roknað við, at bólkurin kann fara at gera ítøkiligar veðurforsagnir eftir einum føroyskum tillagaðum leisti. Hetta kann vónandi byrja á heysti 2018 - í fyrsta umfari, tó møguliga bert sum ein stuttur tekstur. Fyribils gongur striltið at fáa røttu/neyðugu dáta frá veitarum uttanlands, men vit vóna enn, at vit koma í gongd í ár. |
436,855 | Tað eru nøkur evni og øki, sum eftir arbeiðssetninginum (sí fylgiskjal A), skuldi verið við í frágreiðingini, men sum ikki eru tikin við her, tí tað hevur ikki verið stundir til tað i hesi fyribils frágreiðing. Tað skal tó sigast, at vit hava gjørt fyribils kanningar viðvíkjandi øll evni og øki, t.d. veðurmodell fyri Føroyar, samskipan av føroyskum mátingum, gransking og undirvísing innan veðurfrøði og veðurlagsbroytingar við serstøkum atliti at føroyskum v.m. |
436,856 | Vit hava ikki her kannað søguna hjá veðurtænastuni, men á einari ferð á Veðurstøðini á Boðanesi komu vit fram á eina søguliga frágreiðing frá 1999 av Vagn Erik Michelsen: Veðurvánirnar fyri Føroyar .! Um veðurtænastuna hvussu hon kom í, hvussu hon hevur ment seg, og hvussu hon virkar í roynd, sí viðlagda skjal nr. Har stendur mangt áhugavert, m.a.: Longu á sumri 1866 sendi |
436,857 | undirtøkan, og stuðulin hevur verið stórur. Serstakliga er tað positivt, at tað finnast fólk í Føroyum við røttu útbúgving og áhuga/ágrýtni, so møguleiki er at seta veðurfrøðingar/veðurkøn í starv, so |
436,858 | Hetta er bert ein ávegis frágreiðing og fyribils tilmæli, sum tað stendur í tíðindaskrivi frá Fiskimálaráðnum frá juni, sí fylgiskjal B ella vedur.fo: . Arbeiðsbólkurin er farin undir arbeiðið, og skal koma við eini ávegis frágreiðing tann oktober 2018 við einum fyribils tilmæli til landsstýrismannin. Bólkurin heldur áfram við arbeiðinum alt árið og væntandi eisini í komandi ár . |
436,859 | Men hóast langt er á mál, og fleiri viðurskifti kunnu og skulu kannast meira gjølla, er støðan longu nú so greið, at vit meta, at hetta tilmæli neyvan verður broytt avgerandi í einari seinni frágreiðing við tilmæli í des. 2018, men neyvari í støðum. Niðurstøðan er, at tað er stórur tørvur á einum betri |
436,860 | veðurstovni, og vit vóna, at tað nú veruliga verður settur skjøtul á til |
436,861 | Annars er verkætlanin fyri restina av árinum, at vit fara at kanna viðurskiftini í nøkrum av okkara |
436,862 | Stendur fyri avfallsmátingum kring landið Umframt avtalu við DMI um veðurforsagnir v.m. Tað skal viðmerkjast, at tað nú eru 6 veðurstøðir, eftir at Borðan og Eiði eru settar upp, meðan mátingar av avfalli kring landið eru steðgaðar fyri nøkrum árum síðani.Fyri 2017 var ein løgujáttan uppá 0,5 mió. kr. til dagføring og útbygging av neyðugari útgerð kring oyggjarnar, og í 2018 var játtanin hækkað við 400 tús. kr. til at menna eina føroyska veðurtænastu, skjal 6, í lógini um yvirtøku av Veðurtænastuni stendur m.a.: Sum frálíður er ætlanin at víðka virksemið við tveimum veðurfrøðingum, og verður samlaði kostnaðurin hjá landinum av veðurtænastuni tá mettur at verða kr. 000,, og hevði minnilutin viðmerkingar. varð søkt eftir veðurfrøðingi at halda fram í starvinum, men tað eydnaðist ikki at fáa nakran skikkaðan at taka av avbjóðingini. Grundgevingin segðist vera, at avbjóðingin var ikki nóg stór fyri útbúnar veðurfrøðingar, sum ynsktu fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur og eitt fyri teirra starvsøki mennandi fakligt umhvørvið at starvast í. Tí er undrunarvert, at tað í uppskotinum um yvirtøku av málsøkinum einki verður sagt um, hvussu landsstýrissamgongan ætlar at skipa eina komandi føroyska veðurtænastu bygnaðarliga, innihaldsliga, hvørjar framtíðarætlanirnar eru við yvirtøkuni, og í hvønn mun ætlanin er at raðfesta málsøkið á fíggjarlógini komandi árini. Føroyar eru fiskivinnutjóð og hava eisini týðandi flogvinnu, so neyvan nakrastaðni í verðini eru fólkið og virksemi tess so nógv tengd at veðurforsagnum sum her. Tí er upplagt, at vit sjálvi fyrisita júst hesum málsøki. Tí fer minnilutin, hóast omanfyristandandi viðmerkingar og við teirri vón, at viðmerkingarnar fara at verða tiknar við í komandi fyrireikingararbeiðið, tá føroyska veðurtænastan verður skipað, at mæla tinginum til at taka undir við uppskotinum. Sum er starvast eingin veðurfrøðingur í Føroyum og veðurforsagnir v.m. verða keyptar frá danska veðurstovninum, DMI, fyri uml. 1,9 milliónir um árið. |
436,863 | Tað skal viðmerkast at yvirtøkan av veðurtænastuni tann apríl 2009 ikki umfatar flyvemeteorologiske tjenester: |
436,864 | Ved lagtingslov nr. 53 af juni 2008 blev det besluttet, at de færøske myndigheder overtager sagsomradet vejrtjeneste med virkning fra april |
436,865 | Sagsomradet omfatter ikke flyvemeteorologiske tjenester i henhold til luftfartslovgivningen, for hvilke den meteorologiske myndighed for civil luftfart, Statens Luftfartsvæsen (SLV), udpeger en leverandør (service provider). DMI er p.t. af SLV udpeget som service provider pa det luftfartsmeteorologiske omrade. Endvidere omfatter det overdragne sagsomrade ikke specialservicering af forsvaret i det færøske omrade. |
436,866 | Vit hava, sum er, onga áskoðan um yvirtøku av flyvemeteorologiske tjenester. Men tað er eyðsæð, at flogferðslan skal hava neyvar og serstakar veðurforsagnir, sum kanska ikki er so lætt at gera í Føroyum, sum støðan er nú. Men uppá sikt eru vónir um betri forsagnir av mjørka, turbulensi, vindi, avfalli, hita v.m. |
436,867 | í tilbúgvingarhøpi verður verður skilt ímillum skaðahendingar, ið eru menniskjaskaptar og skaðahendingar, ið eru náttúruskaptar. |
436,868 | í skjalinum Tilbúgvingin í Føroyum, ið varð latið landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum í 2017, verður ført fram, at ofta verður ov lítið av orku og peningi nýtt til fyribyrging og eftirlit, hóast tað er her mannalív, umhvørvi og virði best kunnu verjast. Tað verður víst til tilbúgvingarpyramiduna, sí niðanfyri, ið vísir, hvussu fyribyrging og harnæst eftirlit í eini góðari tilbúgving minka um talið av hendingum, sum krevja, at tilbúgvingarátøk verða sett í verk og eisini minkar um vandan av hvørjari einstakari hending. Tað er, tá ið óhappini henda, at vandin fyri at missa mannalív og virði gerst veruleiki |
436,869 | Sum dømi kann hugsast, at eitt skip er í neyð, og tyrla og skip eru á veg til knattstøðuna, har neyðstadda skipið er í sambandi við bjarging. Um talan er um ivaveður, er alneyðugt hjá bjargingarmanningini at vita, hvørji veðurútlit eru, so bjargingararbeiðið kann leggjast til rættis og samstundis minka um vandan fyri, at bjargingarfólk koma til skaða ella í ringasta føri lata lív. Vit minnast øll syrgiligu vanlukkuna í 1992, tá ið tyrlan Vípan fór úr Klaksvík við einum sjúklingi til Havnar og á veg aftur til Klaksvíkar rendi seg í eitt grovt kavaæl. Eitt annað hugsað dømi kann vera, at ein størri eldur er í einum býi ella størri bygd, og tað er avgerðandi hjá átaksleiðsluni at vita, hvussu vindurin væntandi fer at liggja, soleiðis at hædd kann verða tikið fyri hesum, beinanvegin átakið byrjar. Tað verði seg í sambandi við avgerðina um ávaring, sokallaði bráðfeingisboð, skal sendast til borgarin við kunning um, hvussu tey skulu fyrihalda seg til vandan. |
436,870 | áÐRENN (: Tað er alneyðugt at hava eina mynd av, hvat kann henda orsaka av einari skaðahending. Hetta verður gjørt við at gera váðametingar, fyribyrgjandi átøk í mun til eyðmerkta váðan og tilbúgvingarætlanir í teimum førum, tað verður mett neyðugt í mun til vandan. í hesum arbeiði kann hugsast gransking innan veðurfyribrygdi, menning av veðurmodellum og so framvegis, kann vera eitt gott íkast í hesum týdningarmikla arbeiði. Eisini er neyðugt hjá øðrum, tað verður seg landstilbúgvingin, kommunala tilbúgvingin, borgarar, tryggingarfeløgini og so framvegis, sum hava brúk fyri at fáa eina so neyva veðurforsøgn sum møguligt og á tann hátt kunnu taka fyribyrgjandi stig fyri at minka um møguliga skaðan. |
436,871 | UNDIR (: Tá ein skaðahending er veruleiki, kann tað gerast alneyðugt fyri bjargingararbeiðið, at stýrandi og útinnandi lag hava eina mynd av veðrinum teir næstu tímarnar. Tí er eisini alneyðugt, at ein føroysk veðurtænasta kann geva hesa mynd, óansæð nær á døgninum skaðahendingin er. í løtuni er samstarvsavtala við DMI um at veita hesa tænastu, og verður hon brúkt við jøvnum millumbili, tá ið MRCC samskipar bjargingarátøk innan fyri føroyskt sjóøki. Eisini er hendan tænasta brúkt í sambandi við størri hendingar á landi. Hendingar uttanlands kunnu eisini hava ávirkan á, hvat ein økismyndugleiki skal leggja av ætlanum. Tað kann verða ein kjarnorkuvanlukka í Evropa, ella sum |
436,872 | vit hava sæð tvær ferðir tey seinastu árini, tá ið eldgos hava verið í íslandi, har avvarandi myndugleikar hava brúk fyri at fáa eina mynd av, hvussu luftdálkingin væntast at ferðast. |
436,873 | AFTANá (: Aftan á eina skaðahending, tað kann vera ein størri ódn, tá ið nógv hús hava fingið stóran skaða, er umráðandi at borgarin fær eina so vanliga tilveru, sum vanligt. Tí er umráðandi, at kunning er tøk til borgarar, myndugleikar og ikki minst vinnurekandi, so ein kann leita sær vitan, um vandin er av ella ikki. |
436,874 | DMI veitur í dag, sum omanfyri er lýst, føroyskum myndugleikum eina bráðfeingistænastu, har løgregla og MRCC, ið eru samskipandi myndugleikar, kunnu leita sær vitan um veðrið komandi tímarnar, um tað gerst neyðugt. Aftrat hesum umsitur DMI tsunamitilbúgvingina fyri ríkið, ið er skipað á tann hátt, at døgnvaktin á DMI móttekur fráboðan frá IPMA (Instituto Portugues do Mar e da Atmosfera) í Portugal og sendur hesi boð víðari til løgregluna, ið somuleiðis hevur døgnvakt og til Jarðfeingi. |
436,875 | Eisini ber til at fáa eina mynd av, hvussu eitt øskuskýggj úr íslandi ferðast. Her brúkar DMI skipanina ARGOS at gera forsøgnir fyri, hvussu dálkingin væntandi ferðast, sum er sera hent vitan hjá avvarandi myndugleikum t.d. í mun til fólkaheilsu, flogferðslu, vatnveiting o.s.fr. |
436,876 | Tað er ætlanin, at vit seinni í heyst fara at kanna viðurskiftini í nøkrum av okkara grannalondum. |
436,877 | Atlantic hevur sostatt nógv brúk fyri veðurtænastum, men einki gjald verður givið fyri hesar, annað enn hald av ávísum appum. Tá ið Føroyar í 2009 yvirtóku veðurtænastuna frá DMI, var flyvemeteorologiske tjenester undantikið. Tað er sostatt formelt DMI, sum hevur ábyrgd av veðurforsagnum til flogferðsluna, og tí verður onki goldið til DMI fyri hesar tænastur. Men tað er tó bert partvís galdandi fyri tyrlutænastuna, soleiðis er tað Atlantic Airways sum hevur borið allan kostnað av veðurstøðum í Froðba og Klaksvík, og tað er eisini Atlantic, sum hevur goldið fyri veðurradara, sum er keyptur fyri at betra um trygdina, serliga í sambandi við bjargingarátøk. |
436,878 | Góða og skjóta kunning baseraða á framkomna tøkni, so sum veðurradarar, ið siga, hvar skýggj og avfall eru, og metingar um vind og turbulens. |
436,879 | Betri forsagnir, serliga eru vindviðurskifti tætt at landi og millum oyggjarnar, sum í verandi støðu eru alt ov óneyv. Tankar og ráð viðv. nýggjum veðurstovni |
436,880 | Góðir veðurfrøðingar og veðurmodel eru hent at hava, men vitan heldur enn gitan er tað, ið ger munin í neyðstøðu. Tískil er tað avgerandi at nýggj tøkni, so sum veðurradarar, gerast partur av eini nýggjari veðurtænastu. Ein føroyskur veðurstovnur kundi umsiti eina slíka tænastu, ið bleiv atkomilig fyri øll on-line uttan gjald. Sum dømi um frambrot innan regularitetin hjá flogførunum, so er tað RNP (Requiered Navigation Performance) tøknin, sum hevur gjørt stóra munin og ikki servitan hjá flogskiparunum. |
436,881 | Til bjarging og trygd sum heild er tað altumráðandi at hava góða tøkni, so at tey, ið skulu seta lívið í váða fyri at bjarga øðrum, kunnu tað so upplýst og vandaleyst sum gjørligt. Fiskaaling http://fiskaaling.fo/ Alment um stovnin Fiskaaling er alment partafelag, sum granskar og veitir tænastur og vitan til alivinnuna. Nógv av granskingingini fevnir um náttúrugivnu karmarnar har aling er, umframt karmarnar á møguliga nýggjum aliøkjum. Veðurdátur eru ein týðandi partur av hesum arbeiði. í hvønn mun tit nýta veðurdáta og/ella nýta veðurforsagnir: Fiskaaling nýtir veðurdátur í gransking av firðum, sundum og vágum, serliga í mun til alivinnuna. Tí hava vit stóran áhuga í at fáa so góðar dátur sum til ber. Tá ið Fiskaaling granskar aldu og streym, hava vinddátur stóran týdning. Sum er brúkar Fiskaaling vinddátur frá vindmátarum Landsverks, sum tey hava sett fram við vegakervinum, men hesar støðir eru settar, so tær í besta mun lýsa koyrilíkindi, og ikki hvussu vindurin er á firðum, sundum og vágum. Tí hevði verið best, um veðurstøðir vóru settar upp, sum eru staðsettar veðurfrøðiliga, so tær best lýsa vindin á firðum, sundum og vágum. |
436,882 | Rákið í firðum, sundum og vágum er eisini nógv ávirkað av, hvussu nógv feskvatn rennur út. útboðið av regndátum er sera avmarkað, og tí vera ov nógv fyrivarni í útrokningunum. |
436,883 | Um supertelda ella mini-supertelda verður fingin til vega at gera veðurmodell á, er áhugavert, um fiskaaling eisini kann koyra modell á hesi teldu. Modell, hugsað verður um, eru fjarðarák (ROMS) og annars modell av aldu og ráki í firðum, í sundum og vágum. |
436,884 | Setrið ynskir samstarv, men hevur undir verandi karmi ikki pláss at hýsa einum slíkum stovni |
436,885 | Higartil gott samstarv við Belgingur (www.belgingur.is), ið hava áhuga í at menna eina forsagnarskipan fyri veður, streym og aldu. |
436,886 | Havstovan hevur til endamáls at gera kanningar av føroyskum havumhvørvi og tí livandi tilfeingi, har er, og at ráðgeva og kunna landsins myndugleikum og almenningi um hesi viðurskifti. Mest kent millum fólk er teirra virki innan stovnsmetingar og kanningarferðir við Magnusi Heinason. Meiri |
436,887 | nágreinilig kunning um stovnin og dagliga virksemið, gransking v.m. eru tøk á www.hav.fo. |
436,888 | Tørvur er á vanligum veðurvánum og siglingarlíkindum í sambandi við havrannsóknir o.t., men hesar verða ikki keyptar til endamálið. Verandi tænastur á ymiskum heimasíðum t.d. ocean.dmi.dk nøkta hendan tørvin. Til granskingarendamál hevur stovnurin brúk fyri atgongd til veðurmátingar av ymiskum slag umframt úrslit frá veðurlagsmodelum. Flestu av hesum eru alment atkomulig og uttan |
436,889 | kostnað og kunnu tí nýtast beinleiðis. í øðrum førum fæst atgongd til dáta ígjøgnum samstarv í |
436,890 | gott um tætt samstarv kundi verið millum Havstovuna og veðurstovnin í sambandi við evni |
436,891 | A) Umráðandi at starvsfólk á nýggja stovninum fingu góð arbeiðskor og avbjóðingar t.d. lættliga |
436,892 | B) Kostnaðurin av stovninum kundi verðið nakað lægri, um hann gjørdist partur av øðrum stovni, ið |
436,893 | C) Ikki undirmeta starvsfólkabyrðina, tá tað kemur til at reka stóra teldu/rokniorku, umframt at |
436,894 | D) Kanna møguleikar at søkja eksterna/EU fígging til servitan í sambandi við byrjan av eini slíkari |
436,895 | E) Nýggja rannsóknarskipið fer at hava eina veðurstøð umborð. Hendan kann útbyggjast og |
436,896 | Veðurforsagnir skapa trygd. Planlegging av t.d. feltarbeiði og felttúrum, bæði á landi og sjógvi, krevja ofta veðurforsagnir. Jú betri forsagnir, - jú meir fæst burtur úr tíðini uttandura. Vit brúka ofta forsagnir, sum fara einar 4 5 dagar fram. Ofta skulu fleiri fólk avstað at gera eitthvørt arbeiði og tað er umráðandi, at óvæntað illveður, mjørki ella annað ikki ger arbeiðið ótrygt. |
436,897 | Grundvatn er virðismikið jarðfeingi, bæði til orku og drekkivatn. Kanningar verða gjørdar av grundvatni í Føroyum. Slíkar kanningar tørva veðurmátingar av ymsum slag, sum t.d. avfalsmátingar og mátingar av frárenning. Hetta at nýta grundvatn kann gerast virðismikið jarðfeingi fyri føroyska samfelagið og ein treyt fyri at koma á mál við burðardyggari nýtslu av grundvatni til bæði drekkivatn og orku, verður at skilja vatnjavnvág og vatnrenslið inni í fjallinum. Vit hava brúk fyri avfalsmátistøðum uppi í hæddunum og mátingum av guvan, sum ongantíð eru gjørdar í Føroyum. |
436,898 | Jarðvandar er ein hóttan í øllum fjallaøkjum. Skriðulop og omanlop av alskynsslag er vandamál í øllum fjallaøkjum, og hesin vandin økist fyri tað føroyska samfelagið orsakað av øktari ferðslu, býarbygging undir brattlendi og veðurlagsbroytingum. Tað er umráðandi, at neyðug veðurdáta verður innsavnað, so útbygging fær tikið hædd fyri jarðvandum. |
436,899 | Arktiski parturin av Føroyum hevur mestsum ongar veðurmátingar. Veðurmátingar vísa, at Føroyar hava tempererað veðurlag frá sjóvarmálanum og upp í umleið 150 metra hædd. Flest allar veðurstøðir í Føroyum liggja í hesum økjunum og máta tískil ikki hita, avfall og vind í tí ovara partinum av Føroyum, sum fevnir um næstan 80 % av samlaða føroyska arealinum. Tað er týdningarmikið, at vit kenna meir til veðurviðurskifti í hesum øki, tí júst her á markinum millum tempererað og arktiskt veðurlag økist erosión av bæði vindi, avfalli og biti. |