Unnamed: 0
int64
0
437k
Text
stringlengths
22
410k
700
Fleiri frásjónir verða nýttar. Froskafrásjónin verður brúkt, tá kvinnufigururin úr viði verður vístir. Tað vil siga, at vit síggja lutin úr neðra.
701
Flestu myndirnar vera vístar við vanligt frásjón. Eitt dømi, er tá ið stellið verður víst. Vanlig frásjón vil siga, at vit síggja beint inn á tað, sum verður víst, júst sum tá ið vit eru í eygnahædd við onkran.
702
Eisini verður fuglafrásjón nýttar fleiri ferðir, t.d. heilt í byrjanini, tá ið stólurin verður vístur og tá ið vit síggja fløgurnar. Tá ið vit síggja ting úr erva er tað fuglafrásjón.
703
Summar kamerarørslur verða nýttar til at gera lýsingina meira lívliga. Ein av teimum er panorering, sum er tá ið man filmar vatnrætt yvireftir. Panorering verður nýtt 23-25, har fløgurnar verða vístar. Eitt annað, ið verður nýtt, er "tilting", sum næstan er tað sama sum panorering, men ístaðin fyri at myndatólið flytur seg vatnrætt, flytur tað seg loddrætt. Hetta sæst 14-16 og 19- Eitt lítið sindur av "zoom" verður nýtt einaferð, frá 06 til Alt hetta verður gjørt við einum hondhildum kamera, sum fær okkum til at føla, at vit sjálvi eru inni í húsinum og hyggja at øllum, og harvið er tað eisini eitt subjektivt kamera.
704
Eitt sum er serkent fyri lýsingar, er ein fylgirødd, og hon verður eisini nýtt í hesari lýsingini. Tað er ein ung kvinnu, sum hoyrist ígjøgnum alla lýsingina, og at enda síggja vit hana. Hon tosar vanligt gerandis mál. Aftanfyri røddina hjá henni er tónleikur. Tað er eitt klaver sum spælir. Tað er sera vanligt, at lýsingar hava tónleik í sær. Hetta er bæði fyri at gera sjónbandið meira spennandi, men hetta er helst eisini fyri, at fólk skulu fáa meira hug til at keypa vøruna, sum fyritøkan roynir at selja. Kanningar hava víst, at um tónleikur er í handlum, keypa fólk meira. Hetta hevur helst sama ávirkan í lýsingum. Hitt ljóðið sum eisini er í lýsingina, eru tey smáu "pling-ljóðini" sum hoyrast, tá ið prísurin á lutunum kemur fram.
705
Eins og ljóð er sera týdningarmikið um ein lýsing skal rigga væl, so má ljósið eisini vera í lagi. Í sjónbandinum er sera ljóst. Tað er natúrligt ljós, ið verður nýtt. T.v.s. at tað er ljósið frá sólini. Ongar tendraðar lampur ella líknandi eru at síggja. Ljósið er serstakliga týdningarmikið fyri huglagið.
706
Sum sagt, so er hendan lýsingin víst í Kringvarp Føroya og summastaðni á alnótini. Lýsingin er á føroyskum, og man kann skjótt avmarka, hvør móttakarin av hesari lýsingini er. Tað er heilt vist, at hon bara er til fólk sum búgva í Føroyum, og eisini veit man, at hon helst er til vaksin fólk, eftirsum tað er ósannlikt, at eitt barn ella ein tannáringur fær sær innbúgvstrygging. Serliga sæst tað á teimum føroysku klæðunum. Bæði mannfólka- og kvinnubúnin verða vístir í lýsingini. Hetta bendir á, at lýsingin er ætlað bæði til kvinnur og menn. Avsendarin hevur valt at gera fólk bangin fyri at missa innbúgvið hjá sær. Hetta verður gjørt á ein óbeinleiðis hátt við at greiða frá, at nógv fólk tryggja sína ogn alt ov lágt, og eisini við at ramsa virðið á øllum møguligum lutum. Talið "hundraðtúsund" verður nýtt fleiri ferðir. Hetta er nógvir pengar hjá teimum flestu, og sjálvandi vilja fólk ikki missa so nógv uttan at fáa nakað afturgoldið. Hesin søluháttur, sum misnýtir óttan hjá fólki, verður ofta nýttur, og hann riggar væl.
707
Vandin við at tryggja ov lágt er tann, at so fært tú ikki fult virðið endurgoldið, um óhappið hendir. Er innbúgvið 1 mio vert, og tú bert tryggjar fyri 000, so fært tú bara 1/2 virðið í endurgjaldið. Tí er eisini neyðugt at virðismeta innbúgvið javnt og samt, og serliga um nýggir, virðismiklir lutir verða keyptir.
708
Tað kostar sjálvandi eitt sindur meira, um tú setir virðið ov høgt. Men heldur tað, enn at missa meira fyri minni.
709
Hóast Trygginarfelag Føroyar kanska roynir at gera fólk eitt sindur bangin fyri at missa innbúgvið hjá sær, og brúkar hetta til at fáa fólk til at gjalda fyri sína tænastu, so er ætlanin hjá teimum helst ikki at gera fólk paranoid. Mest av øllum vilja tey helst koma við einum boðskapi um, at man skal tryggja sínar ognarlutir, tí øll kunnu verða fyri óhappi. Tað er eisini týdningarmikið, at fólk fáa slíkt at vita, og av og á blíva mint á, at slíkt eisini kann henda teimum. Fólk hugsa ofta, at tað bara kann henda øðrum og at man ikki verður raktur sjálvur, men tað er ikki til at vita.
710
Avsendarin nýtir tó ikki "óreinar" snildir, sum annars ofta verða nýttar í reklamur, men kemur fram við ein góðan boðskap, sum tó sjálvandi eisini hjálpir fyritøkuna at selja sína vøru. Saman fara myndir, ljóð, ljós o.a. upp í einari hægri eind, og gera eina lýsing, sum hóskar væl til evni.
711
ið j gar hava v eisini fyri, at fað serliga nær við. Umleið 2/3 av kroppinum hj
712
Nútíðin er full av pørum, sum giftast og skiljast uttan orsøk. Tað nýmodernaða samfelagið hevur við sær nógv fólk, ið skiljast, bert av onkrari lítlari ósemju teirra millum, uttan at tey veruliga royna at loysa trupulleikarnar. Kvinnur og menn, við børnunum mitt í øllum vavgreytinum, hava tað ikki altíð so nemt. Man kann ikki fáa alt, sum man peikar á her í lívinum, men eitt nýmótans menniskja í modernaða samfelagnum hevur nógv at liva upp til. Tú skal bæði hava eitt perfekt karrierulív við maka og børnum, og samstundis má tú kunna klára teg einsamallan; tú má ikki vera bundin at makanum. Í 90'unum byrjaðu fólk at gera vart við týdningin hjá kynunum. Kvinnurnar vórðu ikki longur bundnar at monnunum og hjúnarbandinum, men vóru vorðnar sjálvstøðugar sterkar kvinnur, ið sjálvar kundu syrgja fyri egnum livikorum. ( http://www.kvinfo.dk/file.php?file=387 )
713
Í søguni, "Hatta er ikki maður mín", eftir Naju Marie Aidt hoyra, vit um eina kvinnu, sum ikki vil góðtaka hjúnabandið við manninum. Eftir ein býtúr hevur hon finigð nokk. Hon orkar ikki fyri honum; næstan hatar hann. Og tá hann kemur heim, dettandi innum hurðina við einari fúlari kenning, bæði sparkar og slær hon hann; næstan slær hann í hel. Tey skeldast allan morgunin, og til endans sær hon gullringin á fingri sínum og fatar, at tað er ikki maður hennara. Hon vil ikki ásanna, at hon veruliga er í hjúnabandi við hesum manninum.
714
Stuttsøgan byrjar in medias res, t.v.s hon byrjar mitt í eini hending, og gongdin fer fram í tíðarrøð. Stuttsøgan verður sædd gjøgnum eyguni á einum eg-persóni í persóni, har vit hoyra um meiningar hennara um mannin. T.d. hugsar hon: "Vit gevast at tosa og hyggja hvør at øðrum. Í somu løtu skilji eg, at mær dámar hann ikki"(regla 1-, og sigur: "Hvat fanin gert tú her?".eg ristist um allan kroppin av illsinni. (regla 28- og"Vakna tín hundur" (regla . Søgan gongur allarhelst ikki fyri seg í dag, av tí at vit hoyra um jukeboksina (sum var serliga populer í 60'unum (regla ).
715
Høvuðspersónurin í stuttsøguni er kvinnan. Hon verður fyri tað mesta lýst óbeinleiðis. Hon er gift við Henriki, sum hon ikki elskar (regla 84-. Tað kemur tíðiliga fram, at tey hava nógvar trupulleikar í parlagnum. T.d. undrast hon á, at hon enn er edrú, tí fleiri eru farnir niðurum, í vónini um, at tað koma ljósari tíðir (regla 14-. Tey skeldast sum heild gjøgnum allan tekstin og sýnast at hava nógvar ósemjur sínámillum. Tá hann kemur heim við einari fúlari kenning, bæði sparkar og slær hon hann, og hóttir við at ringja eftir løgregluni (regla 28-. Hon er vís í, at tey aldrin hava havt eitt orduligt parlag, og at hann ikki er maður hennara (síðsta regla). Hetta kann eisini fáa hana at sýnast næstan svaka ella sálarliga sjúka. Hon fær eisini vaml av manni sínum: "Eg fái inniligt vaml og má renna út at spýggja" (regla .
716
Tað tykist eisini sum tey hava eitt sindur av einum alkoholtrupulleika. Hon hevur verið í býnum, sjálvt um hon skal til arbeiðis dagin eftir, og maðurin kemur heim við einari góðari kenning; hann fær næstan ikki staðið á beinunum. Kvinnan er líkasæl og arbeiðið er allarhelst ikki tað, hon raðfestir fyrst. Kvinnan roynir kanska at drekka trupulleikarnar burtur, men tað hjálpir henni einki.
717
Kvinnan handfer støðuna uppá ein ógvuliga løgnan máta. Ein løtu er hon harðlig, og aðra situr hon á gólvinum og grætur. Hon tykist at vera ein sera forvirraður persónur, sum ikki er væl fyri sálarliga og klárar ikki at koma burturúr støðuni aftur. Tað tykist sum, at hon hevur flutt allar trupulleikarnar yvir á mannin og teir hava ment seg til ein hatur á hann. Maðurin dugir ikki at handfara støðuna, og bert skemtar við tí : "Lítla kona mín er vorðin gagg gagg. Tað er eyðsæð at tú ikki tolir at drekka meir". (regla 67-. Her síggja vit eisini, at hann sipar til alkoholtrupulleikar.
718
Henrik er líkasælur og sær ikki trupulleikarnar konan hevur. Hann skemtar bert við tí, hon sigur við hann. Hann letur sum um onki er farið fram og fer at gera kaffi: "Hann ger kaffi í køkinum, sum um onki er farið fram, og etur tvær abyl" (regla 61-.
719
Hann nýtir eisini harðligt mál móti kvinnuni: "Sovorðin lítil mer.""Nú eri eg troyttur og fari inn at sova" (regla 76-.
720
Maðurin sýnist eisini at hava ein alkoholtrupulleika, og tað tykist sum kvinnan hevur givið upp viðvíkjandi manninum: "Eg hyggi uppgevandi at manninum yvir av mær og leggi sigarettirnar niður í taskuna" (regla 8-.
721
Hon nevnir eisini fleiri ferðir, at hon brennir innaní. Hon sigur, at hon ikki kennir mannin og kennist heldur ikki við gullringin á fingrinum. Hetta kann vísa á, sum áður nevnt, at hon ikki vil kennast við hann, og ringurin vísir, at hon er bundin at honum, sum hon ikki kennir seg væl við.
722
Høvuðstemaði í stuttsøguni er heilt víst trupulleikar í parløgum. Tað kemur tíðiliga fram í søguni at tey hava nakrar ósemjur sínámillum, sum tey hava trupult við at loysa. Tað kann hugsast, at kvinnan hevur gift seg við einum manni, sum hon als ikki vil vera saman við. Tá hon er stødd á vertshúsinum, umringa av fólkum í ørviti av drykkjuskapi, skilir hon, at henni dámar hann ikki; als ikki. Hon hatar hann. Tað tykist, sum hon bert hevur roynt at góðtaka parlag teirra øll árini, men tá hon veruliga hyggur at gullringinum á fingrinum, fatar hon ikki, hví hon er gift við honum.
723
Tá vit byrja at lesa søguna, fáa vit eina fatan av, at kvinnan er "tann góða". Hon ger tað rætta og fer heim, tá hon varnast at maðurin á vertshúsinum ikki er nakað fyri hana (fram til reglu . Tá man síðani kemur longur inn í søguna, fær man at vita at hesin maðurin er maður hennara. Vit fáa ein fatan av, at kvinnan er ein óstabilur persónur, sum livir saman við einum manni, sum hon als ikki elskar.
724
Vit síggja eisini beinanvegin, at okkurt er skeivt við hesum hjúnarbandinum. Tað tykist sum kvinnan hevur verið gift við hesum manninum alt ov leingi, og nú hevur hon fingið nokk.
725
Endin á søguni er tó sera opin. Vit fáa ikki at vita um hon góðtekur hjúnarbandið, ella um tað verður skilnaður teirra millum. Hon tykist tó bert at góðtaka tað, sjálvt um hon ikki elskar hann.
726
Tú veit ikki sum lesari, hvat er hent teirra millum. Er tað konan, ið er illa fyri sálarliga? Er tað rúsdrekka sum spælir inn? Ella er tað okkurt heilt annað?
727
Tó haldi eg tað tykist sum kvinnan er gift við einum manni, sum henni als ikki dámar; hon nevnir fleiri ferðir, at hon hatar hann. Hon livir eina lygn og hevur leitt seg sjálva í villareiði av hesum manninum, sum hon helt var tann rætti maðurin fyri hana. Tá hon síðani roynir at staðfesta hetta fyri manninum, eydnast tað henni ikki.
728
Tað kunnu verða fleiri orsøkir til at parløg/hjúnaabond verða upployst. Ein orsøk kann verða, at hjún ikki hava nóg nógva tíð til hvønn annan. Fólk í nútíðini hava fult skemað hvønn dag; eru til arbeiðis, avheinta og koyra børn í skúla og til ymsar ítróttargreinir, skulu á fundir o.s.fr. Tá man kemur heim, er man útlúgvaður og hevur ikki tíð til hvønn annan.
729
Ein onnur orsøk, sum eisini tykist at verða til staðar í søguni, er alkoholmisnýtsla. Um annað í hjúnalagnum hevur ein alkoholtrupulleika, er man ofta ikki arbeiðsførur og hevur ikki tíð til konu/mann og børn. Parløg fara sum oftast í upploysn av hesum trupulleika, um annar parturin ikki tekur seg saman.
730
Parløg í dag eru ikki sum fyrr. Um annar í parlagnum er ótrúgvur, er lætt at fara frá honum/henni. Fyri 60-70 árum síðan var søgan ikki hin sama. Kvinnan hevði sum oftast onga inntøku og var bundin at manninum. Nútíðin er fylt við sjálvstøðugum kvinnum, sum kunnu klára seg sjálvar. Hetta kann eisini verða ein orsøk til hjúnaskilnað; kvinnan er ikki líka bundin at manninum, sum fyrr. Um ein kvinnan ikki hevði sterkar kenslur fyri manninum, var ikki lætt at fara frá honum, men í dag er lættari.
731
Hagtølini fyri skilnaðir í dag eru sera høg. Tølini veksa alsamt og ofta eru børnini í klemmu. Tað er ikki lætt sum barn at hava skild foreldur. Tað er allatíðina barnið, sum skal taka avgerðirnar; skal eg verða hjá mammu ella pápa á jólum? Skal eg halda føðingardag hjá mammu ella pápa? Tað eru sjálvandi eisini pør sum finna væl útav tí aftaná skilnaðin, og tað er eisini tað besta fyri barnið.
732
Naja roynir helst at fáa kvinnuligu rolluna fram í hesi søguni. Hon varpar ljós á hjúnaskilnað og ósemjur millum pør. Í hesi stuttsøguni er tað kvinnan í ger vart við trupulleikan, sum maður hennara ikki leggur til merkis, men vit fáa ikki at vita, hvussu endin hjá teimum er. Kvinnurnar í hesum tíðarskeiðinum eru ikki eins bundnar at monnum sum fyrr, og Naja vil við søguni vísa á, at kvinnurnar í dag eru sterkari og sjálvstøðugari. Kvinnur kunnu klára seg sjálvar eins væl og menn kunnu.
733
Hon eygleiðir tey fullu fólkini í vertshúsinum sum berjast við at sleppa fram at jukeboksini, hon er illa fyri. Hann roynir eftir henni, og kemur allatíð við sínum ólekkru viðmerkingum.
734
Hon er troytt av øllum teimum fullu fólkunum og vil bara heim í song. Brádliga vaknar hon, ein maður kemur inn í íbúðina. Hon øsir seg inná hann, inntil hann fortelur henni at hann býr í íbúðini. Hon er frá sær sjálvari.
735
Dagin eftir fortelur hann henni at tey eru gift. Hann fer upp at gera sær kaffi. Hon vil ikki vera við at hann er maður hennara.
736
Søgan gongur fyri seg í innara sjónarhorið, og hon verður sædd gjøgnum eyguni á frásøgufólkinum í Persóni. Eisini kenna vit hugsarnir hjá frásøgufólkinum.
737
Søgan hevur ein tíðarraðarbygnað tí gongdin fer fram í tíðarrøð. Har verður ikki lopið aftur í tíð, og eiheldur framm, og málsligi bygnaðurin er ógvuliga einkultur. Søgan byrjar beint í nútíðini, og vit vera førd beinleiðis inn í gerðirnar hjá frásøgufólkinum, og hon endar eisini uppá sama máta. Byrjanin fær lesarin til at fáa hug at lesa víðari, tí ein vil skapa eina meining við at lesa inngangin.
738
Og tað er á sama hátt í endanum (Regla , har hon enn ikki vil ganga við til at hann er maður hennara.
739
Søgan kann býtast upp í tveir partar. Í fyrsta parti hoyra vit um tá hon er í vertshúsinum, og annar parturin har hon roynir at greiða manninum frá at hon ikki vil hava nakað við hann at gera.
740
Um ein hyggur eftir hagtølunum fyri hjúnarskilnað í 1995, tá søgan er skrivað, er halltalið nógv vaksandi um hesa tíðina (.
741
So ein kann hugsa sær at Naja Maria Aidt hevur skrivað søguna í samband við at hjúnarskilnaðurin var hækkaður í hesum tíðarskeiðinum.
742
Hon er gift við einum manni sum hon ikki elskar. Tey hava nógvar trupulleikar í teirra hjúnarbandi. Tað sæst gjøgnum alla søguna. Eitt dømi er á (reglu , har hon undrast yvir at hon enn er edrú, hóast hon vónaði at heimurin fór at sýnast ljósari.
743
Hon handlar sum hon hugsar, og er ógvuliga forvirrað og skilur ikki at hon hevur gift seg við honum(regla .
744
Hon hevur roynt at smitað hann út, men hann skilur tað ikki.
745
Tað er einki yvamál um at hon er sannførd um at tey ongantíð hava havt samband, og so slett ikki at tey eru gift.
746
Hon vamlast av honum, sum sæst á reglu 64, har hon rennur út fyri at spýggja. Hon roynir at loysa trupulleikarnir á ein skilaleysan hátt, og tí kan hugsast at hon hevur eina krisu. Krisur koma í mongum ymiskum støðum. Ein kann uppliva krisur bæði einsamallur, og saman við øðrum. Ofta er krisan eitt úrslit av problemum í samlívi og tilveru við øðrum fólkum: Hjúnarkrisur, familjutrupulleikar, trupulleikar á arbeiðsplássinum og mangt annað.
747
Um ein letur krisuna útvikla seg, er tað møguligt at hon krisan ræðið. Tað tykist at kvinnan hevur útviklað eina depressión, og klárar ikki sjálv at koma úr henni. Hon koyrur problemini yvir á mannin, ið ikki dugir at síggja at hon er deprimerað, og av tí sama so fær hann ikki gjørt nakað. Hetta ger so tað at hon byrjar at hata hann, og í søguni síggja vit at tað er ikki smávegis sum hon hatar hann. Alt hetta fær hana at nogta at hon nakrantíð gifti seg við honum.
748
Flestu undrast allarhelst á at hann má greiða konu síni frá at tey eru gift. Hon hevur møguliga mist minnið av sjúkuni. "Og so løgið, sum tað ljóðar, so eri eg giftur við tær. Og tú ert gift við mær"(regla .
749
Allir hesir trupulleikarnir kunnu siga okkum at hon hevur ógvuliga stórar sálarligar trupulleikar.
750
Maðurin er giftur við kvinnuni sum er høvuðspersónurin í søguni. Hann tykist ikki at vera serliga ávirkaður av problemunum teirra millum. Men um ein hugsar um hansara lívsstíl, kann tað tykjast at hann hevur nakrir trupulleikar. Ein av teimum er at hann drekkur illa.
751
Hann útihýsir sínar trupulleikar, og tykist ikki at síggja hvørjari støðu kona hansara er í. Men tað sæst at tað lýsnar eitt sindur hjá honum á reglu "Er tað skemt?" spyr hann, meðan hann flennir, "tí, um so er, so er hetta fanin gali sjúkligt skemt." Tá hann kemur heim frá vertshúsinum, og hon "leypur á hann" blívur hann illur, men leggur seg síðani at sova, uttan at loysa trupulleikan. Hansara atburur stemplar hann sum ein ið heldur at alt fer at ganga.
752
Hann gongur ikki høgt uppí hvat konan hugsar um hann (regla "Andin frá honum er súrur, sum rotin tari, ella tað, sum verri er".
753
Hann er ógvuliga hjartaleysur. T.d. tá hann klappar henni á høvdið ístaðin fyri at troysta hana. "Síðani fari eg aftur at gráta, eg smokki saman niður á køksborðið og tútbrøli."Tað er púrasta galið við tær, ha," sigur hann blídliga og klappar mær á hárið.(regla .
754
Í byrjanini av søguni fáa vit eina kenlsu av at rithøvundurin heldur at kvinnan er eitt skilagott menniskja. Tað sæst m.a. tá hon skrivar at kvinnan fer heim, tí hon heldur seg ikki hava nakað felagsáhugamál við mannin á vertshúsinum. Tá ein síðani kemur longri inn í tekstin, før man at vita at tað er maður hennara, tá fáa vit hennara meining at vita; Hon heldur av kvinnan er eitt óstøðugt menniskja, ið livir saman við einum manni, ið ikki skilur konu sína á nakran hátt.
755
Eitt dømi uppá tað er (Regla "Nú er ballið buið, hon sjálv, hetta er ov galið. Soleiðis spæla vit ikki her. Eg eri maður tín, og hetta bjóðar tú mær ikki." - Verður illur tí hennara illsemi og grátur heldur á framm. Hann kennur hana ikki aftur í gerðum hennara, og tykjist hjartaleysur.
756
Endin á stuttsøguni er sera opin, og leggur ikki upptil at kvinnan fer frá manninum, og eiheldur at hon verður saman við honum. Eftir øllum at døma sum sagt, so vildi eg mett at teirra hjúnarband fær sín enda. Søgan endar tó við at kvinnan næstan verður noydd at viðganga at hon er gift við manninum. Rithøvindurin ger mannin menniskjasligan við at geva honum eitt navn: "Hendrik". Í gjøgnum alla søguna verður hann lýstur sera ómenniskjasligur, men í endnum broytist søgan heilt, tí maðurin fær sín samleika.
757
At ganga í hjúnarlag saman, er eitt av tí størsta ein maður og ein kvinna kunnu gerða. At geva lyfti til hvønn annan "at elska til deyðin gerð skilnað tykkara millum" er eitt stórt og ikki minst sera týdningarmikið lyfti. Hóast mong geva hvørjum øðrum hetta lyfti, er tað tíverri ikki hjá øllum at lyfti helt, hóast hetta var teirra ætlan.Talið av hjúnarskilnaðum veksur alsamt og er tað ikki nakað ein kendi til fyri bert 20 - 30 árum síðani.
758
Høvundurin ið hevur skrivað stuttsøguna eitur Naja Maria Aidt. Stuttsøgan er úr tíðarritinum Vencil nr. 14 ár Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt til føroyskt, upprunaliga úr savninum Tilgang frá
759
Stuttsøgan snýr seg um eina kvinnu ið ikki kennir seg væl til eina veitslu. Kvinnan er troytt av øllum teimum ávirkaðu persónunum, so hon tekur hýruvognin heim til sína íbúð. Brádliga vaknar hon við, at ein maður kemur inn í íbúð hennara, hon verður skelka og biðjur hann fara avstað aftur beinanvegin. Hann fortelur henni, at hann er maður hennara, og at hann eisini býr í íbúðini. Morgunin eftir heldur maðurin fram í síni dagligu rutinu, men hon minnist ikki at hann er maður hennara.
760
Stuttsøgan er uppbygd í tíðarrøð uttan afturlop. Teksturin byrjar beinleiðis í eini hending, ið fangar áhugan hjá lesaranum. Stuttsøgan endar við eini hending, har kvinnan enn ikki kann góðkenna, at Henrik er maður hennara. Stuttsøgan er deild upp í trý brot. Tað fyrsta brotið byrjar á síðu eitt, r. 1 til 20, har stuttsøgan snýr seg um vertshúsið. Næsta brotið byrjar á síðu eitt, r. 21 til 44 og snýr seg um, tá ið kvinnan seint eina náttina kemur heim frá vertshúsinum. Nakað seinni kemur maður hennara heim, og hon øsir seg inná hann. Triðja brot byrjar á síðu tvey, r. 45 til 85 og snýr seg um tá ið tey eru vaknaði næsta morgun og fara at skeldast. Alt í alt strekkir stuttsøgan seg frá klokkan fýra um náttina til klokkan ellivu fyrrapartin næsta dagin.
761
Í stuttsøguni hevur sjónarhorn ein týðandi leiklut. Stuttsøgan fer fram í innarasjónarhorni, har søgan verður sædd gjøgnum eyguni hjá høvuðspersóninum í persóni. Tað sæst í øllum tekstinum, har høvuðspersónurin lýsir sínar meiningar og hugsanir. Dømir úr stuttsøguni eru t.d. "eg brenni innan", eg hati hann" (r. . Sjónarhorni broytist frá reglu 69-79, har ið vit fáa sjónarhorni hjá Henrik. Vit fáa ikki at vita hvat Henrik hugsar um konu sína, men vit fáa at vita hvussu hann berur seg at, rundan um hana.
762
Setningsbygnaðurin í stuttsøguni er miðal langir setningar. Teir eru ikki torførir at skilja, og tað er nógv beinleiðis tala. Eitt dømi um beinleiðis talu er "Vilt tú hava, at eg ringi eftir politinum, skríggi eg" (r. 39-. Setningarnar lýsa væl stílin og orðavalið, tí at stuttsøgan hevur nógvar beinleiðis hendingar. Stíllegan er gerandislig við nútíðar orðavalið, so hon passar væl inn við, at verða skrivað í Huglagið í stuttsøguni er dapurt og ræðandi. Ein fær ein lítlan kvøkk av at lesa stuttsøguna, tí ein ikki veit heilt hvør í hesin maðurin er. Vit lesa ikki um nakað gott og glediligt í søguni, vit lesa bert um hvussu negativt og tungt teirra lív er. Eisini lesa vit um, hvussu negativan tóna tey hava, tá tey tosa saman.
763
Stuttsøgan verður søgd samstundis, sum hendingarnar fara fram (medlit). Stuttsøgan gongur fyri seg um veturin mitt í 1900 talinum. Staðið stuttsøgan gongur fyri seg er í einum stórbýi. T.d. kunnu vit lesa at kvinnan tekur ein hýruvogn heim frá verksthúsinum (r. . Eitt annað í vísir á, at hon býr í einum stórum býi er, at hon býr í eini íbúð (r. . Tað, at hon býr í eini íbúð, vísir á at tey eru frá miðstættini. Eitt annað dømi um at tey eru frá miðstættni er, at hon hevur ein gull giftiring (r. . Teirra málburður liggur tó í undirstættinum. Henrik sigur t.d. "Sovorðin lítil mer." (r. . Eg ímyndi mær, at tey liva í eini frásøgn í er millum undirstættin og miðstættin.
764
Persónarnir í stuttsøguni eru óbeinleiðis lýstir tað vil siga, at teir verða lýstir gjøgnum tað, sum teir hugsa siga og gerða.
765
Høvuðspersónurin í stuttsøguni er gift við Henrik. Tey hava verið gift síðani 1986 (r. . Hon býr saman við Henrik í eini íbúð, og tey hava stórar trupulleikar við teirra hjúnabandið. Tað sæst í øllum tekstinum, men serliga í reglu 15, har hon undrast á hví hon er edru, hetta sjálvt um hon roynir at drekka seg vekk frá sínum trupulleikum. Í reglu 64 kunnu vit lesa um at hon rennur inná vesið at spýggja tí hon fær inniligt vaml av Henrik. Kvinnan livir í einum hjúnabandið við Henrik, sum hon noktar, ella rætt og slætt ikki minnist ella veit nakað um (r. 81-. Ein kann hugsað, at kvinnan hevur rúsdrekka trupulleikar. T.d. eru tey bæði á vertshúsið dagin fyri kvinnan skal til arbeiðis. Eitt annað dømi er, har hon sigur " Eg fái mær ein hýru vogn og undrist á, at eg eri edrú, tí at so nógvir eru farnir niðurum í teirri vón, at heimurin fór at sýnast ljósari" (r. 14-. Hetta vísir, at hon ikke er nøgd við lívið hjá sær, hon vildi gjarna at tað skuldi verða øðrvísi. Eitt dømi um, at tað ikki er fyrstu fer hjá henni at tey drekka er, har Henrik sigur "Lítla kona mín er vorðin gagg gagg. Tað er eyðsæð, at tú ikki tolir at drekka meir"(r. 67-. Hjúnarbandið millum hana og Henrik er fylt við trupulleikum, t.d. stendur "Eg brenni innan. Eg hati hann" (r. . Henrik spyr hana hví hon ikki er farin til arbeiðis, sum um tað er nakað viðfáning, at hon ikki passar sítt arbeiði (r. . Mátin kvinnan taklar støður uppá eru sera óvittøkur máti. T.d. setur hon seg niður at gráta tá ið Henrik skeldar hana ístaðin fyri at, reisa seg upp og siga ímóti. Alt í alt hevur hon stórar sálarligar trupulleikar sum viðføra, at hon drekkur ov nógv. Hon lukkar seg sjálva inni í eini dreymaverð, ein verð har hun noktar tað hon ikki vil góðkenna.
766
Henrik er giftur við kvinnuni, sum er høvuðspersónur í stuttsøguni. Beinleiðis virkar hann ikki til at verða serliga ávirkaður av teirra trupulleikum í hjúnabandinum. Hann virkar líka glaður við teirra hjúnaband. Eitt dømi er, tá ið hann kemur heim frá vertshúsinum og hon verður ill inná hann, hetta ilskast hann um og ístaðin fyri at loysa trupuleikan, fer hann inn at leggja seg at sova á sofuni í stovuni. Tað vísir seg, at hann helst letur tingini liggja og vónar, at tey verða loyst av sær sjávlum. Henrik lukkar av fyri trupulleikunum, og yvirsær sálarliga støðuna hjá konu síni. Av eini ella aðrari orsøk er hann byrjaður at drekka og gongur møguliga ikki upp í hvat kona hansara heldur um hann, "Andin frá honum er súrur, sum rotin tari, ella tað, sum verri er" (r. . Eg haldi ikki at tað hetta er fyrstu fer at hann er ávirkaður. T.d. sigur hann "Lítla kona mín er vorðin gagg gagg. Tað er eyðsæð, at tú ikki tolir at drekka meir"(r. 67-, tað ljóðar sum nakað ið tey hava gjørt saman. Hann er ikki ein maður ið vísir ella gevur konu síni umsorgan. Vit hava sama varhugað av, at maðurin eisini hevur trupulleikar við alkoli. Av eini ella aðrari orsøk er hann byrjaður at drekka, og leggur hann ikki í hvat kona hansara heldur um hann longur. Teirra hjúnarband kann tulkast sum nakað tey ikki eru saman um. Kvinnan fer avstað úr vertshúsinum uttan at siga nakað við hann. Tey høvdu tað gott saman tá ið tey blivu gift í 1986, men av eini ella aðrari orsøk eru tey vaksin frá hvørjum øðrum, tey hava ikki brúk fyri hvørjum øðrum meira.
767
Høvuðstemaið í stuttsøguni er brotið hjúnaband. Tað sæst gjøgnum allan tekstin at tey hava stórar trupulleikar við teirra hjúnabandið. Síðsti setningurin í tekstinum: " Eg brenni innan. Hasin har inni, hatta er ikki maður mín" (r. hetta sipar til, at kvinnan so avgjørt ikki er nøgd við lívið, hon er ólukkulig. Hon kennir ikki sín egna mann, ið sipar til, at tey hava vánaligt samband millum hvønn annan. Endin av stuttsøguni er opin, við tað at Naja Marie Aidt ikki avdúkar, hvat ið víðari fer at henda við hjúnabandinum hjá kvinnuni og Henrik. Undir øllum tekstinum er tað ein undirtóni av sorg frá síðuni hjá kvinnuni.
768
Nakrar myndir eru í søguni. "eyguni eru sum fiskaeygu, standa eitt sindur útúr" og "gullringur situr skrivaður niður í kjøtið". Hesar myndir eru ógvusligar, og vísa enn einaferð at hon ikki er nøgd við lívið hjá sær. Stuttsøgan er ein mynd uppá hjúnbandið millum ein mann og eina kvinnu og teirra støðu sum hjún. Í 1995 er tað stórur vøkstur í mongd av brotnum hjúnarbondum ímun til árini undan hetta. Í 1800 talinum var prosent talið av hjúnarskilnaðum sera høgur, men í 1900 lækkaði hann aftur, og tað gjørdist alsamt meira vanligt at fólk gingu í hjúnarlag. Í dag gest tað alsamt meira vanligt at pør lata seg sundurskilja.
769
Við hesi stuttsøgu kemur Naja Marie inn á tað týðandi evni "brotið hjúnaband". Naja Marie Aidt vil við stuttsøguni vísa á, at tað eru fleiri eins og kvinnan í stuttsøguni, ið liva í einum ólukkuligum hjúnarlagið. Maðurin og kvinnan hava ivaleyst verið lukkulig saman einaferð, men í tekstinum kunnu vit lesa at sum tíðin líður, gongur tað meira og meira upp fyri kvinnuni, at hon hatar hann. Høvundurin vil við søguni vísa á, at hjúnarband ikki altíð lætt, deiligt og ljósareytt. Øll parløg hava trupulleikar, men hóast tað, noyðist hjúnaðarskilnaður ikki at koma fyri. Teir flestu trupuleikar eru til at loysa. Eru trupuleikar so skulu og mugu teir loysast, hetta er nokk ikki altíð so lætt. Tað tykist ikki, sum at tey bæði í søguni tosa nógv saman, hetta er óiva ein av orsøkunum til, at parlag teirra ikki gonngur so gott sum tað kundi gjørt. Persónliga meini eg at móttakarar til tekstin eru ung frá 15-25 ár. Eftir míni meining haldi eg, at høvundurin hevur skrivað hesa stuttsøgu sum eitt vandatekin um hvussu skjótt lívið kann falla frá hvørjum øðrum. Man kann gloyma at virðismeta sítt lív og drekka tað frá sær alt sum tað er, har hugsi eg um familju, arbeiði, pengar, ja alt ið veruliga hevði týdning í lívinum. Teksturin kann setast í realismu, tí at teksturin sipar til eina hending ið hevði kunnað fari fram í dag, fyri eitt og hvørt hjún.
770
Stuttsøgur í stuttsøgusavniðinum "Tilgang" hjá Naja Marie Aidts er sum oftast um vaksin menniskju, ið liva lívið uttan fast grundarlag og felagskab. Hetta ger seg eisni galdandi í stuttsøguni "Hetta er ikki maður mín".
771
Søgan snýr seg um eina konu, ið eru í einum hjúnabandi, sum hon ikki vil vera í. Eftir eitt vanligt kvøld, í einum vertshúsið, kemur konan við tí niðurstøðu, at hon ikki kennir sín mann longur. Søgan, sum er skrivað av Naje Marie Aidt í 1995, er vorðin týdd til føroyskt av Oddfríða Marna Rasmussen í
772
"Hatta er ikki maður mín" er upprunaliga skrivað í 1995, men hon hoyrir eisini til í dag. Hjúnaskilnaður ella ólukkulig hjúnabond eru mest sum vanlig í dag fyri nógv hjún.
773
Søgan fevnir seg um í uml. eitt hálvt døgn. Í byrjanini eru tey úti og drekka, og so í endanum skeldast tey við morgunmatartíð, tí vit hoyra at maðurin fer upp og ger kaffi, og spyr konuna hjá sær hví hon ikki er til arbeiðis. Søgan er lættlesilig, men hongur ikki saman innihaldsliga. Orðini eru løtt, og setningarnar eru ikki langir. Stíllegan er gerandislig, men er eisini merkt av talumáli og ungdómsmáli sum: "Sovorðin lítil mer". (linja.
774
Málið og stílurin í søguni skapar eitt dapurt og ræðandi huglag.
775
Søgan byrjar í medias res tvs. at søgan byrjar mitt í einari hending, har ið bakgrundin hjá persónunum ella hendingini ikki verða lýst lesaranum áðrenn.
776
Gongdin í søguni fer fram í tíðarrøð, og hevur ongan framlitir ella afturlitir.
777
Frásøgufólkið er konan í hesari søguni. Allar hendingarnar og hugsaninar eru eftir hennara sjónarhorni. Av tí at søgan verður sædd gjøgnum einum ávísum persóni, og lesarin fær hugsaninar hjá viðkomandi at vita, er søgan skrivað eftir innara sjónarhorni í persóni. Vit kenna bara hugsaninar hjá henni, og ikki um hugsaninar hjá honum. Frásøgufólkið (konan) fortelur søguna kensluligt tvs. at hon fortelur hana ikki neutralt. Kenslurnar hjá henni taka lættliga yvir, tá ið hon lýsir umhvørvið. Tá ið hon skal tosa um mannin (Hendrik) fáa vit eina ringa uppfatan av honum, tí at hann verður lýstur so negativt.
778
Hendrik er maðurin hjá høvuðspersóninum í søguni. Hann er ein, ið ikki ávirkast av tvídráttum. Tá ið kona hansara rópar og skeldar hann, leggur hann seg bert at sova á sofuni, ístaðin fyri at svara henni aftur. Kona hansara ella frásøgufólkið lýsir hann sum kensluleysan (linja. 2- við at siga, at hansara eygu eru sum fiskaeygu. Hjúnabandið hjá teimum er upployst, men hann virkar ikki til at hava ein illgruna um tað. Sjálvt um hann rennur burtur undan trupulleikunum í hjúnabandinum hjá sær, er hann tann einasti av teimum báðum, ið roynir at varðveita hjúnabandið. Hann er tó eisini illsintur (linja. til tíðir.
779
Man fær eisini varhugan av at honum dámar væl at drekka, og at hann ger tað regluliga.
780
Hann og konan eru voksin frá hvørjum øðrum, hon kennir hann ikki aftur. Frásøgufólkið er konan, og hon lýsir mannin hjá sær beinleiðis.
781
Konan hjá Hendrik er ein deprimerandi kona, sum ikki elskar hann. Henni dámar ikki mannin hjá sær, og hevur ringt við at búgva saman við honum. Í hennara eygum er hjúnabandið millum tey bæði upployst, og hon roynir ikki at bøta um støðuna. Hon sigur seg ikki minnast, at hon er vorðin gift við honum, og at tey búgva saman. Eisini klárar hon ikki tankan um útsjóndina hjá manninum. Hon fær vaml og spýr av tí. (linja. 63-
782
Hon hevur lætt við at buka, sláa og vera ógvuslig móti Hendrik, sum er eitt tekin uppá, at hon er ólukkulig. Hon hevur tað ikki gott sálarliga, og roynir eisini at drekka trupulleikarnir burtur (linja. 14-. Útfrá søguni kann eisini sigast, at hon møguliga er alkoholikari, tí at hon er úti og drekkur mitt í viku, og leggur ikki í um hon skal til arbeiðis dagin eftir. Hon hevur heldur einki í móti at vera heima, tá hon eigur at fara til arbeiðis. (linja. 58-
783
Eingin menning fer fram hjá høvuðspersóninum, man veit faktiskt ikki hvat hon ger í endanum. Um hon verður verandi hjá manninum ella rýmir, er nakað sum lesarin má ímynda sær sjálvur. Tá ið man ikki veit endan í einari søgu, verður endin kallaður fyri ein opin endi.
784
Vit fáa eisini ta fatanina at tey eru í miðstætti, tí konan leggur ikki nakað serligt í arbeiðið hjá sær, so hon er ikki eitt arbeiðsgrev, sum nógv í yvirstættinum eru. Tey eru heldur ikki undirstættaði, tí at tey hava ráð til drekka ofta og so hava tey bæði eisini gullringar.
785
Frásøgufólkið, sum er sjónarhornið hjá konuni, lýsir mannin hjá sær negativt. Í summum tilburðum er tað bara tí at hon veruliga hatar hann, men í einum setningi er lýsingin djúpari enn hvat hinar hava verið um hann. Setningurin, "Hann roynir at reisa seg upp, styðjar seg við sínum stóru hondum móti vegginum." kann vera ein mynd fyri okkurt ringt. Vanliga sigur man, at tá ið man hevur eina reina samvitsku hevur man reinar hendur, og tí fær man varhugan av at Hendrik hevur gjørt okkurt ringt ímóti konuni, tí at hansara hendur verða lýstar sum "skitnar" heldur enn reinar. Tað kundi verið ótrúðskapur t.d., og tað kundi verið orsøkin til at teirra hjúnaband er upployst, og at hon hatar hann. Hann roynir at bjarga hjúnabandinum, tí at hann følir seg illa at hava gjørt hetta ímóti henni, og hon hevur givið upp, tí hon ikki hevur fyrigivið honum.
786
Eitt annað myndamál er eisini tá ið Hendrik kemur heim um náttina. Hann loyvir sær sjálvum inn, og verður konan svøk og krevur lykilin frá honum. Hann noktar, tí at tað er hansara lykil og at lykilin er til teirra hús, sum tey eiga saman. Lykilin kann tulkast sum eitt hjúnaband í hesum førum. Hann loyvir sær sjálvum inn, men konan góðkennir tað ikki og vil fáa lykilin frá honum. Soleiðis gongur tað eisini fyri seg í hjúnabandinum hjá teimum. Hann roynir at loyva sær sjálvum inn í hennara lív, men hon góðkennir hann ikki, so hon vil gjarna fáa ringin aftur, so at tey ikki eru hjún meira, og hon sleppur burtur frá honum.
787
Konan samanber eyguni hjá Hendrik við fiskaeygum, (linja. 2- og tað er so ein samanbering, har hon samanber mannin hjá sær við nakað kalt og kensluleyst. Fiskaeyga verður sýmboliserað sum nakað kámut og kalt.
788
Temu í søguni er hjúnaband. Hjúnabandið er grundlagið í hesari søguni, tí at talan er um eini hjún, ið hava trupulleikar. Trupulleikar, sum nokk øll hjún koma út fyri fyrr ella seinni. Tá ið man kemur út fyri ósemjum, hevur tað nógv at siga hvussu man loysir trupulleikan. Tá hevur samfelagið nakað at siga um hvussu vit loysa hann. Skal man skiljast, um man ikki passar saman meir, og hevur mist hugin til hvønn annan, ella skal man arbeiða hart og royna sítt besta fyri at sleppa undan hjúnaskilnaði? Fyrr í t.d. 1970, tá ið rithøvundurin Naja Marie var barn, var hjúnaskilnaður ikki vanligur. Tá skuldi man búgva saman, og royna at verja kjarnufamiljuna. Í dag er øðrvísi. Nú er tað púra vanligt hjá eini hjún at skiljast, og tíverri skiljast nøkur áðrenn tey veruliga hava roynt sítt besta at bjarga hjúnabandinum. Soleiðis er tað vorðið í dag. Vit eru farin frá at hjúnaskiljnaður er óvanligt til at hjúnaðarskilnaður er vanligt.
789
Søgan er eitt gott dømi uppá hvussu nógv nútímans hjún síggja út. Ólukkuligheit og noktan. Man fært tí fatanina at Hendrik og konan ikki hava hugsað seg væl um, tá ið talan er um eitt hjúnaband, ella hava tey bara ikki arbeitt hart nokk til at fingið tað at rigga.
790
Í byrjanini fær man ta áskoðanina at konan er klók og skilagóð, og veit hvar hennara mark er. (linja. 6- Hon lýsir hvussu býtt fullu fólkini uppføra seg, og rýmir frá einum manni, (ið seinni vísir seg at vera Hendrik) tí hon heldur hann ikki út.
791
Í endanum fangar man so eisini at søgan er um eina forvirraða konu, sum livir við sínum manni, ið er kaldur og ikki hevur nakra fatan yvir kvinnum.
792
Annars er søgan rættiliga einføld og greið. Søgan kann ikki missskiljast, men hon kann hava nakrar setningar, ið fær lesaran at hugsa eitt sindur eyka.
793
Søgan byrjar "in medias res" og er í stuttum um eini hjún, sum eru í býnum á eini bar og drekka eitt sindur av alkoholi, hvar tað gongur upp fyri konuni, at henni dámar ikki mannin longur. Seinni sama kvøldi hoyra vit, at konan heldur, at maðurin sum er heima hjá henni á miðari nátt er endaður skeivt og hon er sannførd um, at hesin maður ikki er hennara maður. Maðurin, ið eitur Henrik roynir tó at siga við konuna, at hann er maður hennara og tey eru gift, men tað nyttar líti og konan stendur føst við sína meining, um at Henrik als ikki er maður hennara.
794
Søgan verður fortald av konuni, sum er frásøgufólkið og eisini høvuðspersónurin. Søgan er fortald í persóni við innara sjónarhorni. Gjøgnum alla søguna sigur hon frá sínum tonkum og kenslum: "Í somu løtu skilji eg." (r. , "[eg] undrist á, at eg eri edrú." (r. 14- og "Eg eri alt ov uppøst. Eg brenni innan." (r. .
795
Hetta fær okkum at fáa samkenslu fyri henni. Eg meti tó, at søgan skiftir sjónarhorn til sjónarhornið hjá Hendriki, har hann sleppur at siga tað hann meinar (r. 69-, eftir hetta skiftir tað aftur til konuna.
796
Søgan fyrigongur ikki yvir eitt langt tíðarskeið. Vit fáa at vita, at klokkan er 4 um náttina tá hon fer heim, og at hon vakir Henrik aftur klokkan 11 morgunin eftir. Rokna vit so tímarnar saman gevur hetta okkum eitt tíðarskeið uppá áleið 7 tímar.
797
Søgan gongur fyri seg um veturin (r. , og eina ferð eftir 1986, tí tá blivu tey gift (r. . Eisini verður ein jukeboks nevnd (r. . Tær verða ikki nýttar nógv longur, í staðin fyri verður heldur nýtt útvarp ella fløguspælari til at spæla tónleik við.
798
Í søguni spyr Hendrik konuna, hvi hon ikki er til arbeiðs og ger síðani kaffi, sum um einki er hent og sum um tað ongan tídning hevur, at hon ikki ger sítt arbeiði (r. 58-. Hetta kann tíða uppá, at tey liva ikki liva í miðstættini, men heldur í undirstættini.
799
Hjúnaskilnaðurin byrjaði at taka seg sjónliga fram í 90'unum, og er nakað sum hendir vanliga í dag, tí meti eg at søgan fyrigongur í 90'unum.