Unnamed: 0
int64 0
437k
| Text
stringlengths 22
410k
|
---|---|
800 | Konan er høvðuspersónurin í søguni, tó fær hon einki navn og ongan aldur givnan í tekstinum. Men hon er helst ein tilkomin kvinna, tí hon er gift við manninum Henrik, gongur á barr og drekkur seg fulla av alkoholi. Men tað vísir seg seinni, at henni ikki dámar sera væl Henrik, og hon verður lætt ill inná hann: (r. 28 + r. Hon hevur tað ikki bert lætt at blíva ill, men eisini er hon sera harlig og nýtir harðskap, tí hon vil ikki, at maður hennara skal verða inni í teirra húsið: ". eg rópi: "Far út í stundini, út við tær, far, burtur, FAR!" Eg sparki eftir honum og royni at draga hann yvir móti upplatnu hurðini. Eg sparki og slái og kundi havt sligið hann í hel." (r.30- og "Eg skumpi hann burtur." (r. |
801 | Henni tykist at hava alkoholtrupulleikar, tí vit lesa um, at hon fer á vertshús náttina upp til hon skal til arbeiðis, og tað tykist sum um, at tað ikki er fyrstu ferð, hon heldur seg heima heldur enn at fara til arbeiðis. Møguliga hevur kvinnan verði í gjøgnum okkurt ræðuligt, og er blivin heilt frá sær sjálvari. Hon hevur ikki vita, hvussu hon skuldi bera seg at, og er tí byrja at drekka seg fulla av alkoholi, og nú hevur hon drukkið alkohol so ofta, at hon følir ikki at hon er full, men heldur hon er edrú (r. 14-. |
802 | Mátin hon ber seg at uppá, er ikki ein væl gjøgnum hugsað loysn, har hon bara rópar eftir Henrik um at sleppa sær burtur. Hetta kann vísa á, at hon er í eini krisu, og ofta kunnu krisur koma av trupulleikum í tí sosiala, t.d. truplleikar sum hjúnaligar krisur, trupulleikar á arbeiðspássi ella familju trupulleikar. Krisur føra ofta til tunglyndi, ótta, vreiði ella sorg, og hetta kann verða ein møgulig orsøk fyri hennara hatur til Henrik. |
803 | Henrik er giftur við konuni, ið er høvuðspersónurin í søguni. Hon lýsir eygu hansara sum, at hann hevur eygu sum fiskaeygu; ið standa eitt sindur útúr, eru bleik og vatnkend (r. . At byrja við er Henrik eitt sindur aftur haldin og letur konuna skelda, sláa og sparka eftir honum, uttan at gera henni nakað smávegin aftur, men leggur seg heldur bara at sova. Tó sigur Henrik nakað áhugavert seinast í søguni, um ringin á ringfingrinum, og um tað at verða giftur við onkran, har hann veruliga sigur sína meining (r. 71-. |
804 | Henrik tykist eins og konan, til at hava trupulleikar við alkoholi, tó er hesin trupulleikin størri enn tann konan hevur. Vit fáa hóming av, at hann drekkur nógv (r. . |
805 | Hann tekur sær ikki av trupulleikunum í hjúnabandinum, og sær ikki sálarligu støðuna hjá konuni. Vit fáa ikki nágreiniliga at vita hví Hentrik tekur albyl (r. 59-, men tað kann verða ein grund til, at hann ikki orkar at taka sær av trupulleikunum í hjúnarbandinum, og roynir heldur at sleppa burtur frá veruleikanum við. |
806 | Arbeiði hevur ikki so stóran týdning fyri hann og málnýtslan hjá honum er ikki av tí fína slagnum, tað síggja vit t.d. á reglu ". og har situr man, gloymdur eftir við fúlari kenning, gamla er rýmd, tað er pínadoyð væl gjørt." |
807 | Nakrar myndir eru í søguni: ". eyguni eru sum fiskaeygu, standa eitt sindur útúr, eru veik og vatnkend.", "Eg brenni innan." og ". gullringur situr skrúvaður niður í kjøtið". |
808 | Fiskar svimja í vatni og hava sum oftast eyguni á síðunum og peika eitt sindur upp eftir, eisini síggja teir menniskjuni, sum størri enn tey faktisk eru. Myndamáli har konan sigur, at Henrik hevur eygu sum fiskaeygu, kann tá verða talan um, at Henrik hyggur upp til konuna og virkar hjáparsleysur og veit ikki heilt hvussu hann skal handfara støðuna. Eins og fiskar gera tá teir blíva bangnir, rennur Henrik undan trupulleikunum, tí hann er beingin og veit kanska ikki heilt hvussu hann skal loysa teir. Eisini ræðist hann konuna, tí hon er so harlig, og tí veit Henrik ikki, hvussu hann skal bera seg at, uttan at hann fær boð um tað. |
809 | Tað at brenna innan kann koma av, at man er stressaður og ikki orkar meira, og er tað heldur eitt úttrykk fyri, at ein er um at bresta heldur enn, at hann bókstaviliga brennur innan. |
810 | Gullringarnir sum sita skrúvaðir fastir niður í kjøtið, eru mynd uppá tað lyfti man ger tá man verður giftur inn í eitt hjúnarband. At teir sita skrúvaðir fastir í kjøtið, skal vísa á hvussu tídningarmikið hetta lyfti sum man ger tá man verður giftur er, og at ringarnir eru settir har fyri at verða har. |
811 | Eisini kann sigast, at øll søgan er ein mynd uppá hvussu tíðin viðv. hjúnarskilnað var um tað mundi. Søgan er eitt dømi uppá, hvussu eitt hjúnaband kann enda, um vit ikki vísa hvør øðrum ans. Men søgan hevur ein sera opnan enda. Hon staðfestir ikki, um konan fer frá manninum ella velur at vera verandi saman við honum. Í endanum velur rithøvundurin at geva manninum navnið 'Henrik'. Hetta navnið er í familju við orðið at 'herska'. Eg trúgvi ikki, at tað er við tilvild, at maðurin eitur sum hann ger. Møguliga sleppur hann at ráða yvir, um hjúnabandið millum hann og konuna heldur fram ella ikki. |
812 | Eitt møguligt tema í søguni kann verða, tað at liva sum hjún í einum hjúnarbandi, har alt ikki er líka sum í einum ævintýri, har tað endar lukkuligt. Men heldur ein áminning til okkum, at vit mugu vakna frá hesi ævintýra verðini og duga at síggja tað, at í veruleikanum er tað ikki altíð ein dansur á rósum.Onnur undirtemu kunnu verða: sorg, depressión, alkoholmismýtsla, trupulleikar í hjúnabandinum, líkasæla, vreiði, tunglyndi og harðskapur. Hesi eru øll sera álvarsom temu, ið øll hava hvør sín leiklut í søguni, men kunnu tó øll setast í samband við tað at verða í einum hjúnarbandi. Vit kunnu møta sorg, trupulleikum sum ikki eru lættir at loysa, harðskapi, alkoholmisnýtslu og mangt annað í einum hjúnarbandi. Taka vit søguna "Hatta er ikki maður mín" sum dømi, síggja vit, at Henrik og konan hava fleiri trupulleikar í teirra hjúnarbandi. |
813 | Hjúnarband er nakað sera álvarsamt at fara í holt við. Fyrr í tíðini var tað skomm at skifta makað, meðan tað í dag er sera aktuelt og vanligt, at eini hjún velja at fara frá hvørjum ørðum. Fer tú í eitt hjúnarband verður tað ikki beinleiðis vænta av tær, at tit fara at liva saman reystina av lívinum, tí eftir umstøðunum í dag, hava vit ikki líka nógv brúk fyri hvørjum øðrum, sum man hevði tá fyri at yvirliva. Men hví hugsa fólk seg ikki betur um áðrenn tey giftast? Nøkur hugsa seg ikki væl um og onnur hugsa seg kanska yvirhøvir ikki um, tó eru tað eisini nøkur sum eru óheppin. |
814 | Lívið er ikki altíð lætt og vit fara ofta at koma út fyri truplum støðum, har vit ikki vita hvussu vit skulu gera, trupulleikar eru bert ein partur av okkara lívs gongd, og mugu vit taka teir við okkum og læra av teimum. |
815 | "Ein kvinna er útsett fyri harðskapi, um hon skal laga sína atferð eftir krøvum og vónum hjá einum øðrum persóni á ein sovorðnan hátt, at hon verður noydd at fara út um síni egnu mørk." Soleiðis stendur skrivað um harðskap á heimasíðu kvinnuhúsins, ið stuðlar og veitir innivist til kvinnur, ið koma úr harðligum ella truplum parløgum, og børn teirra. Fleiri hundrað kvinnur koma árliga í ta støðu at teimum tørvar hjálp og stuðul orsaka av harðligum ella órimiligum makum, og støðan tykist ikki at gerast betur. Hendan søgan, ið er skrivað í 1990'unum, lýsir eina slíka støðu. |
816 | Danski rithøvundurin Naja Marie Aidt (fødd skrivar í stuttsøguni "Hatta er ikki maður mín" um tað, ið tykist at vera eitt slíkt parlag, har maðurin stýrir og ræður yvir kvinnuni. Søgan snýr seg um eina kvinnu, sum á einum vertshúsi tosar við ein mann, ið verður nevndur "hann". Hon fer heim og vaknar, av at hann kemur inn í íbúð hennara og ber seg at, sum býr hann har. Hon biður hann fleiri ferðir fara út, men tað vil hann ikki, tí hetta er hansara heim, sigur hann. Ígjøgnum søguna gerst tað týðiligari, at hann veruliga er maður hennara, men at hjúnalagið als ikki hóvar báðum pørtum. Hon kennist ikki við hendan mannin, sum í sínum eygum er broyttur frá at vera maður hennara, sum hon elskaði, til at vera ein harðligur fremmandamaður. |
817 | Stuttsøgan er skrivað í 1995, og passar væl til at fara fram í hesum tíðarskeiðinum - ein grundgeving fyri hesum er jukeboksin, ið verður nýtt á vertshúsinum (l. , og sum ikki verða nógv nýttar longur. Vit fáa ikki upplýst hvørjum landi, søgan fer fram í, men tað kann hugsast, at persónarnir eru staddir í einum býi, eftirsum kvinnan tekur ein hýrivogn heim frá vertshúsinum (l. . Søgan byrjar in medias res, og strekkir seg frá klokkan 04 um morgunin, tá vit eru stødd á vertshúsinum (l. , til umleið klokkan 11 sama morgun (l. . Hon er býtt upp í tveir partar, har 12 tær fyrstu reglurnar fyriganga á vertshúsinum og restin heima í íbúðini hjá kvinnuni - hon lýsir tí tvey ymisk umhvørvi. Tað gongur harðliga fyri seg á vertshúsinum orsakað av rúsdrekkaávirkaðum fólki og av manninum, sum roynir at fáa hana at vera verandi, og verður illur tá hann fer. Frá reglu 14 til 20, tá kvinnan er einsamøll, er huglagið róligari, men á reglu 21 kemur maðurin heim, og ruðuleikin byrjar aftur - hetta gevur okkum eina fatan av hvørja ávirkan maðurin hevur á hana og umhvørvi hennara. |
818 | Stuttsøgan er týdd úr donskum, og hevur tí ikki upprunaliga orðaval rithøvundins, men hevur tó sama stíl og hugburð sum áður. Søgan er ikki torskilt, og inniheldur ikki torfør orð, ið ørkymla lesaran. Setningarnir hava passaliga longd, og hetta er eisini við til at gera hana lætta at lesa. Rithøvundurin nýtir ikki nógv lýsingarorð at gera lýsingar av lutum og persónum, men nýtir heldur sagnorð at fortelja hvat fer fram og hvat persónarnir gera (t.d l. 37- Hann roynir at reisa seg upp, styðjar seg við sínum stóru, skitnu hondum móti vegginum, fær fatur í ein frakka og hálar bæði hann og alt knaggaraðið niður. Eg fari at stórgráta.). Soleiðis megnar rithøvundurin at fáa nógvar hendingar inn í søguna, og fer ikki nógv í dýpdina í lýsingum. Persónarnir tosa gerandismál við grovum orðum og tónalagi (t.d l. 28- "Hvat fanin gert tú her?" sigi eg spakuliga, og eg eri í øðini, eg ristist um allan kroppin av illsinni.). Mátin, tey tosa saman uppá, skapar eitt ringt og illfýsið huglag, ið byggir undir støðuna millum tey. |
819 | Søgan tosar um tveir ymiskar persónar - eina kvinnu og ein mann. Tey kenna hvønn annan, og hava greidliga eina fortíðar søgu, ið hevur leitt tey í ta torføru støðu, tey eru í. |
820 | Høvuðspersónurin í søguni er kvinnan, og tað er frá hennara sjónarmiði, at søgan verður fortald. Talan er helst um eina miðaldrandi kvinnu, tí hon tykist at hava kent og verið gift við manninum í nógv ár. Hon er ørkymlað, bangin, og hevur leingi latið seg ávirkað av honum. Sinnisstandur hennara er veikur, og hon brýtur ofta saman í grát (l. 39, 42, . Hon er sannførd um, at hon ikki kennur mannin, ið er komin inn í hús hennara, men hetta er helst ein háttur hjá rithøvundinum at fáa lesaran at skilja, hvussu hon sær hann - hann er ei longur tann sami. Kvinnan sýnist at hava ein rúsdrekkatrupulleika, tí hon brúkar rúsin at køva trupulleikar og kenslur sínar (l. 14- "Eg fái mær ein hýruvogn og undrist á, at eg eri edrú, tí at so nógvir eru farnir niðurum í teirri vón, at heimurin fór at sýnast ljósari."). Hon var á vertshús kvøldið fyri, at hon skuldi til arbeiðis, og maðurin spyr hana eisini, hví hon ikki er farin (l. 58-. Vit fáa av hesum eina mynd av, at lív hennara ikki er líka væl skipað, sum tað plagdi. |
821 | Kvinnan roynir at standa sterk og verja seg fyri manninum (l. 31- "Eg sparki eftir honum og royni at draga hann yvir móti upplatnu hurðini. Eg sparki og slái og kundi havt sligið hann í hel. ") (l. "Klokkan ellivu morgunin eftir lati eg meg í og fari at buka hann við nevanum."), men maðurin verður als ikki ávirkaður av ágangi hennara (l. "Hann mølmar, og vendur mær bakið."). Hon er veik, og vanvird av manninum, sum hevur niðurbrotið hana til tær smáu restirnar av tí kvinnuni, hon einaferð var. |
822 | Maðurin ber navnið Henrik (l. , men verður umrøddur sum "hann" ella "maðurin". Hann verður lýstur sum eitt ófantaligur tyranur, sum drekkur illa og er harðligur. Hann er manipulerandi, og alt, sum hon sigur, fær hann vent við, og koyrt ímóti henni |
823 | (l. 34- "vorðið sum móttøka, man fær, kemur troyttur heim og verður bukaður í staðin fyri kystur. Hví fórt tú frá mær, knappliga vart tú farin, og har situr man, gloymdur eftir við fúlari kenning, gamla er rýmd, tað er pínadoyð væl gjørt."). Hann fær hana at kenna skuld, sum var hon tann "óreina" í hjúnabandinum. Hann vannvirður konu sína við at rópa eftir henni, kalla hana niðrandi orð (l. "Sovorðin lítil mer.") og vera harðligur móti henni (l. "Nú gerst hann illur og heldur mær fastari móti gólvinum."). Hann nýtir ongantíð ógvisligan kropsligan harðskap í søguni, men fremur ágang móti henni við at tarna henni í at liva lív sítt í trygd og ikki í døprum huga. Hann kemur inn í íbúðina, hóast tað tykist, at hon hevur blakað hann út (l. 28- "Hvat fanin gert tú her?" (.) "hvør hevur givið tær lykilin til mína íbúð?"). Hann virðir ikki hennara tørv til at sleppa undan honum, og letst sum hann ikki leggur í sinnisstøðuna hjá henni. |
824 | Á vertshúsinum lýsir kvinnan eygnabrá hansara sum "ov lætt at gjøgnumskoða"(l. , og sigur, at "eyguni eru sum fiskaeygu, standa eitt sindur út úr, eru bleik og vatnkend" (l.2-. Hon sigur eisini, at "í bránum stendur skrivað: "Eg billi mær inn, at eg vil hava teg, og beint nú eri eg stórliga farin at leggja upp til tín." (l. 3-, sum gevur eina fatan av, at hann ikki veruliga vil hava hana longur, og kanska bert er saman við henni fyri at fáa tak yvir høvdið og pening, tí tað virkar ikki sum hann hevur nakað arbeiði. Eisini er tað hon, sum hevur blakað hann út, so hann hevur helst onga aðrastaðni at vera enn hjá henni. Hann sýnist ikki at vera ávirkaður av hjúnastøðu teirra, men virkar til at hava aðrar trupulleikar, sum rúsdrekkamisnýtslu - sum kann vera orsøkin til ringu hjúnastøðuna. |
825 | Søgan er fortald úr innara sjónarhorninum hjá kvinnuni. Hon fortelur útfrá tí, sum hon sær og upplivur, og vit fáa tí bert hennara fatan av støðuni. Hevði søgan farið fram undir sjónarhorninum hjá manninum, hevði søgan ivaleyst fingið vend í og verið ein heilt onnur, sjálvt um sama hending varð fortald. Harafturat tykist kvinnan at hava trupulleikar í sinninum, og tí skal møgulleikin, um at hennara sjónarmið av søguni er misvísandi, ikki útihýsast. |
826 | Søgugongdin kann í síni heild tulkast uppá ymsar mátar. Ein kann skilja hana á tann hátt, at maðurin veruliga ikki er maður hennara, og at hon ikki kennur hann, men eisini ber til at síggja hetta sum myndamál fyri eitt hjúnalag, ið er í afturgongd og har báðir partar ikki longur semjast. Tað, at kvinnan ikki kennist við hendan mannin, og undrast yvir hvussu hann er komin inn í íbúð hennara (l. , kann í veruleikanum merkja tað, at maðurin er broyttur ov nógv til at hon vil kennast við hann, og lykilin til íbúðina, sum hon undrast yvir hvussu hann hevur fingið fatur á, kann vera lykilin til hjarta og lív hennara. Hann brýtur inn í íbúð hennara líkasum hann kemur brestandi inn aftur í lív hennara, sum hon hevur forbjóðað honum. Hann sigur, at tað eisini er hansara heim (l. , líka sum hann á sama hátt heldur seg eiga kvinnuna og hava rætt til at koma aftur til hana, tá honum lystir. Gullringin, ið tey bæði hava á fingrinum, kennist kvinnan heldur ikki við, og hon sigur seg ikki vita, hvagani hann kemur (l. 81-. Ein ringur er vanliga ein mynd uppá ævinleika, og kann her merkja, at hon ongantíð fer at koma úr hondum hansara, so leingi sum ringurin er á fingur hennara. Tað, at kvinnan ongantíð hevur sæð ringin fyrr, hevur týdning fyri søguna, tí tað merkir, at hon nú opnar eyguni fyri, hvat hendur. Hon hevur verið blind av kærleika, og hevur tí ikki sæð tað, sum maðurin veruliga er, og hvat hon hevur bundið seg til. Kvinnan, sum onga vón sær fyri framman, fær tó eina sólargeisla í andlitið (l. 80-, ið kann ímynda júst hesa vón og gleði, ið hon fær, um hon tekur ringin av og fer frá manninum. Ljósið frá sólarglæmuni kann samanberast við tað ljósið, hon longist eftir í byrjanini á søguni: (l. 14- "Eg fái mær ein hýruvogn og undrist á, at eg eri edrú, tí at so nógvir eru farnir niðurum í teirri vón, at heimurin fór at sýnast ljósari."). Sólargeislin er tað ljósið, ið endiliga kemur til hana. |
827 | Til ber eisini, at lesa søguna á ein heilt annan hátt, við at brúka mannin sjálvan sum eina heildarmynd av onkrum, ið hon roynir at sleppa undan. Hetta kundi verið hennara sinnisstandur, ein kreppa, sum kvinnan er endað í, ella enntá einari síðu av sær sjálvari, ið hon er bangin fyri, tí hon ikki kennist við hana. |
828 | Endin á søguni er opin, og er tí opin fyri tulkingum. Tað verður ikki upplýst, hvør maðurin veruliga er, men bert tað, at hon ei longur sær hann sum mann sín. |
829 | Stuttsøgan viðger evni sum parlag, trupulleikar, kærleiki, harðskap o.a, men eg vildi mett at høvuðstemað, ið viðgjørt verður, er kreppa, ella at liva í stríð við seg sjálvan ella onnur. Kvinnan í søguni hevur trupulleikar í sínum parlagi, við kærleikanum og harðskapinum, sum maðurin fremur móti henni, men samstundis fer hon ígjøgnum eina kreppu í lívinum, ið maðurin er orsøkin til. Sum áður nevnt, kann maðurin vera ein mynd uppá kvinnuna sjálva, ella ta myrku síðuna av henni, og tað kann tí týða uppá, at hon hevur torført við at finna seg sjálva og at liva við sær sjálvari. |
830 | Stuttsøgan kann lættliga setast í samfelagsligt høpi, og kann eisini vera ein sonn søga. Ofta hoyrir ein søgur um kvinnur, ið ikki longur vilja vera hjá manninum, sum eru útsettar fyri harðskapi, og sum hava torført við at sleppa úr hesum mynstrinum. Inni á heimasíðu kvinnuhúsins (www.kvinnuhusid.fo) eru nakrar søgur útgivnar um veruligar kvinnur, ið hava verið út fyri harðskapi og øðrum órættvísi frá makanum. Hesar veruligu søgurnar líkjast nógv stuttsøguni "Hatta er ikki maður mín", og tær kunnu tí samanberast. Í hesum veruligu hendingunum hoyra vit um kvinnur, ið eru fangaðar við einum persóni, ið tær eru bangnar fyri. Tær royna úrslitaleyst at sleppa sær undan honum, og nógvar av teimum verða annaðhvørt tunglyntar ella sálarliga sjúkar, og teimum tørvar hjálp. Somuleiðis er við kvinnuni í søguni, sum hevur fingið ávirkan av einum mannfólki, ið ræðir yvir henni. |
831 | Tað er ikki óvanligt, at vit ávirka tey, vit liva tætt saman við, og sum elska okkum. Tá man til dømis er í einum hjúnalagi, sum skal eitast at vera ævugt, snýr seg um tveir persónar, ið skulu liva saman og tillaga seg hvønn annan uttan at tað ávirkar tey sum einstaklingar. Er ein ov stýrandi, hevur ov krevjandi neiligt viðføri (rúsdrekkatrupulleikar kunnu nýtast sum dømi), ella ikki góðtekur ella virður maka sín, so at tað hevur ringa ávirkan, hevur makin, hóast tað er torført, betur av at fara frá viðkomandi og finna betur umstøður til sín sjálvs. |
832 | Harðskapur nýtist ikki bert at vera likamligur, og hann setur ikki altíð sjónlig spor. Sálarligur-, kynsligur-, materiellur- og fíggjarligur harðskapur setur eins og stór spor á sál og sinn, sum likamligur harskapur setur á kropp og tað, sum eygað sær. Allur harskapur er niðurbrótandi og kreppuelvandi, men serliga tann, sum setur innvortis mein, tí jú longri inni, meinið setur seg, jú torførari er tað at sleppa til. |
833 | Einaferð í lívinum, endar tað helst hjá teimum flestu við, at tey forelskað seg. Tá hetta hendur, er alt so deiligt, og einki kundi verið betri. Man livir í eini dreymaverð. Tann persónurin, ið man hevur funnið sær, er alt man hevur leitað eftir. Tíðin kann ikki ganga nóg skjótt. Nei, man vil giftast skjótast gjørligt. Men, er hetta nú tann rætti, man hevur funnið sær? Í stuttsøguni "Hatta er ikki maður mín", viðger Naja Marie Aidt eitt parlag, sum kanska ikki er tað besta. Stuttsøgan kom út á donskum í 1995, og í 2013 var hon eisini í Vencil, har Oddfríður Marni Rasmussen hevði týtt hana til Føroyskt. |
834 | Í stuttum er søgan um eina kvinnu, ið ikki vil viðurkenna hjúnabandið hjá sær. Vit hoyra um hvussu hon, eftir eina vitjan á einum skeinkistað, ikki minnist at hon er gift við manni sínum. Um vit hyggja at tíð og stað, kann stuttsøgan býtast upp í tríggjar partar. Tann fyrsti parturin er tá kvinnan er niðri á skeinkistaðnum, og beinanvegin veit, at henni ikki dámar mannin, sum hon er saman við. Tá hon ætlar sær heim, verður maðurin illur, tí hon ætlar sær at rýma. Síðani byrjar næsti partur, har kvinnan finnur sær ein hýruvogn, fer heim og leggur seg at sova. Hon vaknar aftaná eina løtu, við at maðurin kemur inn um hurðina. Kvinnan verður ill, tí hon heldur ikki at hann hevur rætt til at bróta inn í hennara íbúð. Maðurin leggur ikki í, men steinsovnar á sofuni. Morgunin eftir, tá triðji partur byrjar, vakir kvinnan mannin, og roynir at blaka hann út. Nú verður maðurin veruliga illur, og sigur at hann eisini býr har. Hann vísir á gullringin, sum situr á fingri hansara, og síðani á ringin sum er á hondini hjá kvinnuni, síðani leggur hann seg aftur at sova. Kvinnan vil enn ikki viðurkenna at hetta er maður hennara, og endar søguna við setninginum; "Hasin har inni, hatta er ikki maður mín." |
835 | Sum vit síggja, gongur øll søgan í tíðarrað, tí tað eru eingin afturlit av nøkrum slag. Hetta vil also siga, at rithøvundurin hevur brúkt tíðarraðarbygnað. Tíðarrøðin fevnir bert um eitt kvøld, og morgunin eftir hetta kvøldið, so hetta er ein sera stutt søga. Vit vita ikki nær hon gongur fyri seg, bert at kvinnan og maðurin blivu gift í 1986, og at søgan bleiv givin út í 1995, so tíðin má vera ímillum hetta tíðarskeiðið. Søgan byrjar í medias res, og hevur ein opnan enda, har vit ikki fáa at vita hvussu tað endar hjá hesum parinum. Málið er sera lætt lesiligt, men teir negativu tankarnir hjá frásøgufólkinum, fáa huglagið at tykjast dapurt. |
836 | Frásøgufólkið í stuttsøguni, er kvinnan sjálv. Tað sæst sera týðiliga í gjøgnum alla søguna, tí hon verður alla tíðina fortald frá innara sjónarhornið, í fyrsta persóni. Dømir um hetta er millum annað; "Í somu løtu skilji eg, at mær ikki dámar hann", og "So sovni eg". Frásøgufólkið, er eisini ein av teimum einastu persónunum í søguni. Tað er bert ein annar persónur, ið vit hoyra um, og tað er maðurin hjá kvinnuni. |
837 | Um vit byrja at hyggja at konuni, so eru tað bert óbeinleiðis lýsingar av henni. Tað fyrsta, sum vit fata, er at hon er sera ónøgd við lívið hjá sær. Hon hevur helst einaferð verið sera góð við mann sín, men okkurt er hent, sum hevur gjørt at hon ikki kennir hann longur, og hetta ávirkar hana sera nógv. Kensluliga hevur hon als ikki stýr á sær sjálvari, hon situr og grætur aðru hvørja løtu, og hinar løturnar verður hon sera lætt ill. Hennara illsinni síggja vit fleiri staðni í søguni, eitt nú á linju 28, har tað stendur skrivað; ".eg eri í øðini, eg ristist um allan kroppin". Eisini fáa vit eina kenslu av, at hon í síðstuni hevur roynt at drukkið sínar trupulleikar burtur, men at tað ikki gongur so væl við hesum. Hóast hon kensluliga er óstøðug tá hendan søgan gongur fyri seg, vænti eg tó ikki at hon altíð er soleiðis, tvørtur ímóti vænti eg at allir trupulleikarnir í parlagnum stressa hana so nógv, at hon ei heldur kennir seg sjálva longur. |
838 | Um vit so hyggja at manninum í søguni, fáa vit nakrar fáar beinleiðis lýsingar av honum. Vit vita at hann eitur Henrik, og at hann hevur stórar hendur, hetta síggja vit á reglunum 85 og 37, men tað sigur okkum sum so einki um mannin sjálvan. Vit fáa tó meir at vita um Henrik við teimum óbeinleiðis lýsingunum. Tað vísir seg, at hann og konan hava rættiliga nógv til felags. Á reglu 27 stendur; "Hann setir seg niður á gólvið, ella dettur, vil eg heldur siga, hann er pøstur og er óvanliga fullur", hetta vil also siga, at hann ikki plagar at drekka, men er kanska byrjaður uppá tað nú, júst sum konan helst er. Eins og konan, hevur hann eisini nakrar trupulleikar við sínum illsinni. Hetta síggja vit bæði í byrjanini tá hann øsir seg, tí konan ætlar at fara, og eisini morgunin eftir, tá hon roynir at blaka hann út. Eitt, sum hann og konan ikki hava til felags, er at hóast maðurin tykist at leggja merkið til trupulleikarnar í parlagnum, vil hann ikki viðurkenna teir, hetta sær man í setninginum á reglu: "Eg billi mær inn, at eg vil hava teg, og beint nú eri eg stórliga farin at leggja upp til tín". |
839 | Hóast stuttsøgan er skrivað rættiliga líka fram, og málið er lættlesiligt, er eitt sindur av myndamálið, sum geva tekstinum eitt sindur meir týdning. Eitt nú, eru tvær samanberingar, sum báðar lýsa hvusssu illa kvinnuni dámar mannin hjá sær, hesar eru: ".eyguni eru sum fiskaeygu." á reglu 2, sum kvinnan brúkar at lýsa, hvussu maðurin ikki vil viðurkenna at okkurt er galið, og "Andin frá honum er súrur, sum rotin tari, ella tað, sum verri er" á reglu 52, ið bert lýsir at maðurin hevur drukkið kvøldið fyri. Ein afturvendandi setningur í søguni, sum fær meg at hugsa hvat man liggja aftanfyri hann, er; "Eg brenni innan". Hesin setningurin kemur fyri seg tvær ferðir í søguni, fyrstu ferð beint aftaná Henrik hevur lagt seg at sova á sofuni, og aðru ferð í endanum av søguni. Setningurin sigur okkum, at kvinnan als ikki kann klára at vera í hesum parlagnum, hon pínist so nógv, at tað følist, sum tað brennir. |
840 | Tað eru eisini aðrir setningar í søguni, sum fáa meg at undrast á hvat man liggja aftanfyri. Ein av hesum setningunum er; "Gullringurin glitrar, hann situr skrúvaður niður í kjøtið", sum er eitt sindur løgið orðaður, tí ein ringur plagar ikki at verða skrúvaður fastur. Tí haldi eg hetta vera eina lýsing av teirra hjúnabandið, sum kvinnan følir seg skrúvaða fasta í. Ringurin situr so fastur á fingrinum, at hon ikki sær nakran møguleika at sleppa úr tí. Nakrar fáar reglur seinni kemur tó ein annar setningur: "Eg siti á teppinum í stovuni, ein sólargeisli dettur gjøgnum rúmið og rakar meg í andlitið." Hesin sólargeislin, kann vera tann, sum fer at broyta hjúnaband teirra. Aftaná, at sólargeislin hevur rakt kvinnuna í andlitið, situr hon jú og hugsar um alt, og endar tí við setninginum; "Hatta er ikki maður mín", tað vil kanska siga, at hon nú ætlar at gera onkrar broytingar í sínum lívið, og hervið í hjúnabandinum eisini. Um hon gevur upp, ella roynir enn einaferð, vita vit ikki, tí søgan hevur jú ein opnan enda. |
841 | Tá eg fyrstu fer læs søguna, hugsaði eg í byrjanini, at talan bert var um ein mann, ið kvinnan var farin út við, men av tí at henni ikki dámdi hann, fór hon heim. Hendan hugsjónin broyttist tó aftaná vit klárt fingu at vita, at hetta var maður hennara. Parið hevur nakrar álvarsligar trupulleikar, sum eru so ringir, at lív teirra als ikki er tað sama longur. Av hesi grund, vildi eg sagt at høvuðstemaði í søguni, er brotið parlag. Vit kunnu tó yvast eitt sindur í, hví hetta parlagið er brotið. Í byrjanini hugsaði eg, at maðurin kanska hevði drekkitrupulleikar, hetta passaði tó ikki heilt inn í hesa støðuna. Síðani hugsaði eg at eitt sindur av harðskapi var í parlagnum, tí tað hevði forklárað hví kvinnan grætur so illa. Tað kundi eisini vera at maðurin hevði verið kvinnuni ótrúgvur, og tí vildi kvinnan ikki kennast við hann. Ja, tað kundu verið fleiri aðrar grundir, men at endans kom eg til tí niðurstøðu, at talan bert er um tvey fólk, sum eru vaksin frá hvørjum øðrum. Tey vóru helst sera forelskaði tá tey blivu gift, men sum tey hava broytt seg við tíðini, byrja tey spakuliga ikki at kenna persónin, sum tey giftu seg við. |
842 | Hóast søgan bleiv skrivað í 1995, kundi hon, eftir míni meining, eins væl verið sett í samband við samfelagið í dag. Hetta kemur av, at um onkur hevði spurt meg um endan av stuttsøguni, so hevði eg ikki yvast við at sagt, at endin verður ein skilsmissa. Skilsmissur vóru kanska ikki líka vanligar, tá hendan søgan kom út, men tær vóru heilt sikkurt eisini frammi, fyri 20 árum síðani. Parið, í stuttsøguni, er helst ikki tað einasta, sum er komið út fyri støðuni. Eg giti, at tað er fleiri onnur, ið hava verið ígjøgnum júst tað sama, og hjá hesum pørum, er tað sikkurt eisini enda við eini skilsmissu. Tað kunnu sjálvsagt eisini vera nógvar aðrar grundir til, at eitt hjúnaband støkkur sundur, tí hetta er bert ein av teimum. |
843 | Hóast man heldur seg hava funnið tann rætta makan, er tað ikki altíð, at so er. Ymiskir trupulleikar kunnu vera í parlagnum, sum gera at hesin persónurin knappliga ikki tykist so framúrskarandi, sum man einaferð helt. Í stuttsøguni "Hatta er ikki maður mín" lýsir Naja Marie Aidt sera væl eitt hjúnaband, sum eftir nøkur ár, ikki var tað sama longur. Tað kann jú henda seg, at man við tíðini broytist, og ikki er tann, sum man einaferð hevur verið. |
844 | Homoseksualitetur, samkynd, hjúnarband, kristindómur, javnrættindi. Hetta eru orð vit hoyra nærum hvønn dag, og tað er sum ganga tey hond í hond. Hesar dagar hoyrir tú næstan ongantíð orði "samkynd", uttan at beint aftaná hoyra eitt ella fleiri av orðunum "hjúnarband, kristindómur, javnrættindi". Tað er kanska ikki so løgið av tí at tað, uttan iva er mest umtalaða "politiska" kjakið tey seinastu 10 árini. Eg seti orðið "politiska" í gásareygu t'at tað er ikki bert mest umtalaða politiska kjakið, men eisini mest umrødda kjakið yvirhøvur í føroyum. Líka síðan ovurstóra stríðið ið var, tá ið 266b bleiv sett í gildið, hevur kjakið snúð seg um rættindini hjá samkyndum at giftast borgarliga í føroyum. Í hesum stíli fari eg at skriva eitt tíðarrit um rættindi teirra samkyndu, kjakast um grundgevingarnar, frá báðum síðum av, greina grundgevingarnar hjá rithævindinum og eisini fari eg at siga mína egnu meining um málið. |
845 | Homoseksualitetur hevur verið evnið í nógvum upphitaðum samanbrestum millum nógv fólk í dagsins samfelag seinastu mongu árini. Ein tann sterkasta meiningin av øllum kemur frá kristiligu krikjuni. Tann kristiliga kirkjan sigur, at eingin er føddur samkyndur, tað er ikki eitt design frá Guði, men at tað er umhvørvi ið hevur skyldina. Flestu samkynd siga at tey eru fødd við einum samkyndum geni, og at tað ikki ger mun hvussu umhvørvið er. Homoseksualitetur kann verða eitt eitt sindur torført evni at skriva um. Í gomlum døgum kom hetta evnið ikki uppá tal í vanligum samtalum. Eg haldi at tað er sera týdningarmikið at vita, at homoseksualitetur er ikki nakað sum akkurát er uppfunnið. Tað hava altíð verið menn ið tiltrekkjast at monnum, og kvinnur at kvinnum. Eitt gott dømi av hesum er gamla Grikkaland (800-600 F.Kr.), har tað var sera vanligt at menn høvdu samlegu við dreingir í pubertetinum. Tað at tað at verða samkyndur er so "vanligt" og útbreitt ger, í mínari meining, at hetta má verða eitt natúrligt fyribrigdi. Vit, samfelagið, burdu spurgt okkum sjálvi um vit ikki heldur skulu taka okkum av málum ið beinleiðis ávirka okkara heilsu/økonomisku støðu, heldur enn at brúka so nógva tíð uppá hvat fólk gera í songini. Eg haldi at tað er púra burturvið. Sjálvt um tað at verða samkyndur verður alsamt meira og meira góðtikið í vesturheiminum, er tað líka ræðandi hvørjaferð vit síggja hvussu tey samkyndu blíva viðførd í miðeystri og aðrastaðni. Tey verða steinaði, kasta av háhúsum og torturerað, av tí eini orsøk, at tey eru samkynd. Hetta er enn eitt dømi uppá hvussu religión skapar ræðulig umhvørvi, men tað kann eg ikki fara inn á. |
846 | Rættindi teirra samkyndu eru blivin fleiri og fleiri ígjøgnum tíðina, men tað hevur virkuliga tiki dyk á seg tey síðstu 10 árini. Ein skal ikki longur enn 100 ár aftur í tíðina fyri at síggja eitt Danmark og eitt Færoyar, har meginparturin av fólkinum sá homoseksualitet sum eina sálrliga sjúku, og tað var ikki fyrr enn í 1981 at samkyndleiki var strika sum ein sjúka í Danmark og somuleiðis í Føroyum. Heilsustovnurin í ST tekur somu avgerð í Tað var ikki fyrr enn í 1933 at lógin bleiv broytt so at tað ikki longur var ólógligt at verða samkyndur í Danmark og Føroyum, aldursmarkið var tó 21 ár. Aldurmarkið bleiv í 1981 lækkað til 15 ár, tað sama sum hjá hinskyndum. Síðan tá eru tey samkyndu blivin meira og meira góðtikin í tí føroyska samfelagnum. Í 2006 bleiv 266b broytt so at tað ikki longur var lov at gera mismun á fólki vegna kynsliga ábending. Hetta var triðju ferð málið bleiv lagt up fyri tingi. Og í hesum døgum verður málið um broyting í hjúnarbandslóginið viðgjørt í tingi, so ein kann siga at tað hevur verðið ein øgilig framgongd hjá teimum samkyndu. Nú um dagar kann næstan ikki verða talað um framgongd hjá teimum samkyndu, uttan at nevna Sonju Jógvandóttur, sum bleiv fyrsti samkyndi løgtingslimurin í føroyum nakrantíð. |
847 | Í "Gyldendal Den Store Danske" verður homoseksualitetur lýstur soleiðis, "homoseksualitet, seksuelle og erotiske forhold mellem personer af samme køn. En homoseksuel betegner et menneske, som overvejende har erotiske følelser for eller foretrækker at have sex med personer af sit eget køn" Hetta haldi eg ikki er ein nóg neyv lýsing av hvat homoseksualitetur er fyri nakað. Homoseksualitetur hevur verið ein partur av øllum lívi á jørðini, so langt aftur vit menniskju kunnu "síggja". Eg haldi heldur at har átti at staði menniskju og djór, tí at homoseksualitetur finst eisini í djóraheiminum, minst líka nógv sum tað finst í menniskjaheiminum. Eg skilji væl at onkur heldur at homoseksualitetur er ónatúrligur, av tí at tað skal ein sáðkyknað frá manninum og ein eggkyknað frá kvinnuni til at skapa eitt nýtt menniskja, men hvussu kann tað verða ónáttúrligt um djór eisini eru homoseksuell? Djóraverðin verður og hevur altíð verið sædd sum natúrlig. "Leyvirnar eta oksar, tað er natúrligt, Tjaldrið búsetist í føroyum um várið og verður her til heystið, tað er natúrligt, kettir renna eftir mýsum, tað er natúrligt, djór eru homoseksuell, tað er kanska natúrligt, men at menniskju eru samkynd, tað er ikki natúrligt!". Soleiðis er tankagongdin hjá nógvum fólki her í føroyum, sjálvt um eg hald at nýggja ættarliðið hevur við sær, at skjótt meginparturin er fyri broyting í hjúnarbandslóginið. Tað er tó ikki løgið at so nógv fólk eru ímóti samkyndum hjúnarlagið, okkara samfelag er og kanska serliga hevur verið bygt uppá kristindómin, og kristindómurin hevur eina sterka meining um júst hetta málið. |
848 | Eg haldi at tilmæli hjá Rúna Rasmussen er sera veikt. Eg føli tað ikki sum um at eg var eingongd tætt við at blíva yvirtalaður, langt frá. Rúni Rasmussen sigur í tilmæli sínum at hjúnarbandið er ein týdningarmikil partur av okkara samfelag og tað er grundarsteinurin undir tí góða familjulívinum her í Føroyum, her taki eg fult undir við Heina í Skorini tá hann sigur í reglu 15-22, ja hjúnarbandið er ein góður stovnur, so hví kunnu øll, eisini tey samkyndu, verða við? Nú havi eg sjálvur lisið sjálvt tilmælið hjá Rúna Rasmussen, og eg legði til merkis at hann brúkar argumentið, at orðið "Hjúnarband" er definerað sum fylgjandi: |
849 | At vera sameindur við ein persón av tí øvuta kyninum sum maður ella kona í samtykkjandi sáttmálasambandi, sum er góðkent við lóg. |
850 | Socialt anerkendt kontrakt mellem mand og kvinde, sanktioneret ved kirkelig eller borgerlig vielse. |
851 | Ja, orðið er definerað sum løgfrøðiliga sambandið millum mann og konu, men hatta er eitt fullstendiga nyttuleyst argument. Orðið sigur hvussu stðan er í dag, tað merkir ikki at vit ikki kunnu broyta eina lóg bara tí at eitt orð merkir nakað. Broytist lógin, broytist orðið. Nógv orð ið vit nýta í dag hava merkt nakað heilt annað fyrr í tíðini. Eg kann nevna viðkomandi enka orðið "gay", sum merkir samkyndur á føroyskum í dag. Gay plagdi at verða vanliga nýtt sum eitt orð fyri gleði og positivleika. Eg taki eisini undir við Heina tá hann sigur at Rúni ikki sigur nakað um hví samkynd ikki skulu kunna giftast, hann nevnir bara allir hentleika hjúnarbandið einaferð hevur, tí tað er onki at ivast í at at verða í einum hjúnarbandi kann verða sera hent hugsar ein um stabilitet og tær løgfrøðiligu ágóðar ið fylgja við, og at nokta einum vísum minniluta hetta síggi eg sum brot á mannarættindi. |
852 | Eitt sera vanligt argument hjá "ímóti" partinum er henda vælsignaða glíðibreytin og her, enn einaferð, kundi eg ikki verðið meira einigur í tí Heini hevur at siga um hetta. Rúni tosar um at um vit loyva samkyndum at giftast, so er hann bangin fyri at ymiskt annað verður sett í gildið, so sum polygami og tað at giftast við djórum. Hetta argumenti er skiljandi, men eg haldi at tað er týdningarmikið at minnast til hvat slíkar glíðibreytir hava megnað at gjørt fyri samfelagið fyrr í tíðini, júst sum Heini sigur. |
853 | At enda vil eg siga at eg haldi at tilmæli hjá Rúna Rasmussen er meir ein roynd at spæla við kenslurnar hjá fólki, heldur enn at royna at yvirtala fólk við reinum fakta og sakligum argumentum. Ov nógv patos, ov lítið etos og logos. Hinvegin er hetta eitt eitt etiskt mál, og slík mál verða serstakliga nógv ávirka av kenslum, so uppá tann mátan er hetta tilmæli akkurát líka sum tað vit hava hoyrt hvørjaferð Jenis av Rana stillar seg uppá røðarapallin at tala. "Fyri" parturin er eisini nógv eyðmerkt av kenslum, men har haldi at tað við líkarættindum gevur teimum munin. Eg vóni og vænti at nú málið er til veðgerðar, at tað endiliga sleppur ígjøgnum og vit kunnu flyta okkum frá hesum evni og koma víðari, men hvat verður tað næsta? Ikki veit eg, men tað skal nokk eisini blíva drúgt og langt, so leingi føroyingar eru sum teir eru. |
854 | Flest øll fólk vilja livað í einum parlagi, og allar flestu fólk trívast eisini best at liva í einum parlagi. Hjá nógvum er parlagið fyri lívið, men tað hoyrir mest heima í farnari tíð. Í dag er tað alt vanligari, at fólk fara frá hvørjum ørðum og hava fleiri parløg gjøgnum teirra lív. Tað kunna til tíðir koma trupuleikar í einum parlagi, sum oftast verða loystir, men viðhvørt eru teir ikki til at loysa og fólk fara tá hvør til sítt. |
855 | Søgan byrjar við, at ein maður og ein kona eru úti um náttina, onkunstaðni millum fólk, og tá klokkan er fýra, ger konan av at fara heim. Hon leggur seg so í songina, og veit longu at dagurin, sum fer at koma, er longu oyðilagdur av møði, so sovnar hon. Hon vaknar við, at hon hoyrir onkran standa úti í trappugongini, tað er maðurin. Hon spyr hann í øðini, hvat hann ger har, og roynir so at skumpa hann út gjøgnum hurðina, men tað eydnast henni ikki. Hann grulvar inn í stovuna, og sovnar á sofuni. Hann vaknar við, at vatn verður oyst á hann, hann verður illur, og biður hana takað tað róligt. Hon vil hava lykilin, sum maðurin slapp inn við, men fær hann ikki, hon verður uppaftur illari nú. Maðurin heldur henni niðri, peikar á giftisringin hjá sær og sigur, at hon eisini hevur ein á hennara fingri og sigur, at tey eru gift. Hann fer so inn í kamarið at sova og eftir situr hon í stovuni. Hon tekur sín giftisring av og lesur skriftina, men hon heldur ikki, at maðurin er hennara. |
856 | Í søguni hoyrir man bert um eina konu og ein mann. Báðir persónarnir hava ein viktigan leiklut, men eg vildi mett, at konan er høvuðspersónur, av tí at vit hoyra mest frá hennara sjónarhorni. Í søguni verður innara sjónarhorn nýtt, t.v.s at søgan verður sædd gjøgnum eyguni hjá konuni í Persóni, t.v.s vit vita hvat hon hugsar. |
857 | Eingin tíð verður nevnd í søguni, men á linju 84 - 85 stendur skriva; "Síðani taki eg ringin av og lesi áskriftina. Henrik, stendur skrivað. Henrik, 1986" so tað vil siga, at tey hava verið í hasi tíðini, so eg vildi mett at tað er áleið har tey eru, helst nøkur ár aftaná. Ein jukeboks verður eisini nevnd, og tær vóru sera væl umtóktar í 1950'inum og frammeftir. Jukeboksur eru ikki líka væl umtóktar longur, sum tær vóru fyrr og tað er meir sjálvsamt at síggja eina í dag. Men tað ið fer fram í søguni, kann altíð koma fyri. |
858 | Sum nevnt, so byrjar søgan við, at hesi bæði fólkini eru úti onkrastaðni um náttina, man fær ikki at vita hvar, men eg vildi mett, at tað er í einum balli, einum jólafrokosti ella á eini bar, tí jukeboksur vóru ofta at síggja á almennum støðum. Vit hoyra í søguni, at tey eru onkrastaðni, har tað verður drukkið og at tað eru fólk rundanum tey, sum eru í ørviti av drykkjuskapi, og at klokkan er fýra og tað byrjar at vera ljóst aftur. |
859 | Søgan kann býtast upp í 5 partar, fyrsti partur er, tá tey bæði eru úti t.v.s linja 1 - 15, næsti partur er frá linju 16 - 20, har hon er komin heim og leggur seg at sova. partur er frá linju 21 - 44, her er maðurin komin heim, og tey skeldast. partur er frá 45 - 79, her skeldast tey allatíð og konan vil hava hansara lykil, sum hann er sloppin inn við. partur er frá 80 - 86, her situr konan sjálv í stovuni og hyggur eftir hesum gullringinum á fingri hennara og hugsar, at hesin maður er ikki hennara. Søgan gongur fyri seg "in medias res" t.v.s, at tá man byrjar at lesa søguna, so er man mitt í hendingini og man hevur ikki hoyrt nakað um bakgrundina hjá persóninum. Søgan er skriva í tíðarraðarbygningi, t.v.s at gongdin fer fram í tíðarrøð. |
860 | Konan verður lýst óbeinleiðis, t.v.s, at hon verður lýst gjøgnum tað, sum hon hugsar, sigur og ger. Á linju 31 - 32 stendur skriva; "Eg sparki og slái og kundi havt sligið hann í hel, eg eri frá mær sjálvari." hetta vísir øgiliga greitt, at hon er sera illsint og hevur trupuleikar við hennara sinnalag. Hon vísir ikki á nakran hátt gjøgnum alla søguna, at hon er góð við hendan mannin, tí gjøgnum alla søguna hoyra vit um, hvussu harlig hon er við mannin og, at hon bara vil hava hann vekk. Hon sigur beint fram, at hon ikki dámar hann, tí hon sigur á linju 1 - "Í somu løtu skilji eg, at mær dámar hann ikki." Hon heldur heldur ikki, at hann sær gott út, tí hon sigur; ".eyguni eru sum fiskaeygu, standa eitt sindur útúr, eru bleik og vatnkend" hetta er ein negativ lýsing av einum persóni. Tá man hyggur, hvussu konan ber seg at og hvat hon sigur, so tulki eg tað, sum at hon er sálarliga sjúk. Hon hevur gloymt, at hon er gift við hesum manninum. Tað kann vera, at hon tekur onkran heiluvág og á linju 15 - 16 stendur; ".undrist á, at eg eri edrú, tí at so nógvir eru farnir niðurum" so t.v.s at hon hevur drukkið og at drekka, meðan man tekur heilivág er ikki gott. So eg vildi mett, at av tí at hon hevur drukkið, so er hon blivin soleiðis. Konan sigur á linju "Hetta hevur verið ein sovorðin langur vetur" so eg hugsi, at hon hevur havt ein langan og keðiligan vetur við sjúkuni hjá sær. Konan eigur eisini at vera farin til arbeiðis dagin eftir, tey hava verið úti, men tað er hon ikki farin. So hetta kann hon eisini hava gloymt. |
861 | Maðurin verður eisini lýstur óbeinleiðis. Á linju 11 stendur skriva; ".hann verður illur, tá ið hann varnast, at eg veruliga ætli mær at fara", so eg kundi hugsað mær, at hann er góður við hana og hann vil hava hana hjá sær. Á linju 35 sær man, at hann er góður við hana, tí hann sigur; ".verður bukaður í staðin fyri kystur" so her vísir hann, at hann vil hava ein koss frá henni. Man sær gjøgnum alla søguna, at hann er góður við hana, men tá hon blívur við at sláa eftir honum, so fær hann nokk og heldur henni ímóti gólvinum og sigur, at hetta kann hon ikki bjóða honum. Tað tykist ikki, sum at hetta er nakað ókent fyri honum, at hon er so, tí hann tekur tað eitt sindur ov róligt til, at ikki hava uppliva hetta fyrr. Á linju 67 sigur hann "Lítla kona mín er vorðin gagg gagg" Eg kundi hugsað mær, at hann hevði orða tað uppá ein meir álvarsligan máta um hetta var fyrstuferð, at konan hjá honum hevði uppført seg soleiðis. |
862 | Sum nevnt, so er maðurin lýstur óbeinleiðis gjøgnum søguna, men einastaðni er hann lýstur beinleiðis, tað er á linju 2 -3, har tað stendur: "eyguni eru sum fiskaeygu standa eitt sindur útúr, eru bleik og vatnkend" hetta er ein beinleiðis lýsin av manninum. |
863 | Í søguni síggja vit myndamál. Á linju 2 stendur: "eyguni eru sum fiskaeygu" hetta meinast ikki við, at eyguni eru bókstaviliga sum fiskaeygu, men at tey eru stór og eru langt frá hvørjum øðrum. Hetta brúkar man ofta, um man skal lýsa útsjóndina hjá einum persóni negativt. Á linju 52 - 53 stendur: "Andin frá honum er súrur, sum rotin tari, ella tað, sum verri er" hetta meinast við, at andin hjá manninum luktar sera illa. Á linju 15 - 16 sigur konan: ".í teirri vón, at heimurin fór at sýnast ljósari" her meinar hon við, at hon vónar at dagarnar hjá henni fara at blíva betur og helst lættari. Á linju 85 sigur konan eisini: "Eg brenni innan" hetta meinast við, at hon er ótrúliga ill. Hon kann helst ikki blíva illari enn hatta. Eitt, sum man eisini kann siga er myndamál, stendur á linju "Hetta hevur verið ein sovorðin langur vetur" hetta kann meinast við, at hennara vetur er hennara sinnalag, t.v.s, at hetta hevur verið ein tung og myrk tíð sálarliga. Eitt, sum eisini kann vera myndamál er giftisringurin. Ringurin kann ímynda, at lívið koyrir, sum í einum ringi. Ringurin er rundur og hevur ongan enda, tað kann ímynda hennara lív við sjúkuni. Konan kann føla, at sjúkan fær ongan enda. Eitt annað, sum eisini kann vera myndamál, tað er, at konan ikki kennir mannin hjá sær. Konan kann føla, at hon ikki kennir mannin meir, altso, at hon ikki kennir mannin aftur. Hann er kanska broyttur tí seinastu tíðina, og blivin fremmandur. |
864 | Eitt av høvuðs temaðinum kann vera hjúnarband, ella tað at vera giftur, tí vit hoyra um eitt par sum er gift, og vit hoyra um teirra trupuleikar í teirra hjúnarbandi gjøgnum alla søguna. |
865 | Eitt av høvuðs temaðinum í søguni kann eisini vera harðskapur. Tað sær man tíðiliga gjøgnum alla søguni. Vit hoyra allatíð um, hvussu órein konan er við mannin. Hon bæði tosar ljótt við hann og slær eftir honum ofta. Hon stoytir eisini vatn á hann meðan hann svevur, hetta kann væl vera eitt slag av harðskapi. |
866 | Hatur er eisini eitt eitt tema, tí hon sigur bæði í byrjanini og endanum, at hon hatar hann og vit síggja allatíð, hvussu konan ikki klárar mannin. Hetta síggja vit eisini gjøgnum tað, hon ger. Eitt minnið tema kann vera rúsdrekka, tí vit hoyra í byrjani av søguni, at tey eru úti onkunstaðni, har tey drekka og fólkini rundan um tey drekka. Maðurin kemur eisini óvanliga fullur heim. |
867 | Tá man lesur søguna, so haldi eg at man heldur við manninum, tí konan fer ikki væl við manninum, og tað, ið konan ger er skeivt. Tá eg byrjaði at lesa søguna, so helt eg fyrst við konuni, tí eg helt, at ein ókendur maður kom inn í heimi hjá henni, men tá eg so læs víðari og man fekk at vita, at tey vóru gift, so hugsaði eg, at konan hevði verið frek ímóti manninum. |
868 | Søgan kann setast í samband við verulig parløg og hjúnarbond. Tað kann væl vera, at parløg ella hjúnarbond eru soleiðis hjá summun. Í øllum parløgum ella hjúnarbondum er ósemja. Hetta er kanska ið so ógvusligt til at henda hjá teimum flestu parløgum ella hjúnarbondum. |
869 | Í hesum stíli fari eg at greina og tulka stuttsøguna 'Hatta er ikki maður mín', har eg serliga leggi dent á sjónarhorn, myndamál og persónslýsing. 'Hatta er ikki maður mín' er úr tíðarritinum Vencil nr. 14, 2013, tó er stuttsøgan upprunaliga úr savninum Tilgang, Naja Marie Aidt (f. hevur skrivað stuttsøguna á donskum og Oddfríður Marni Rasmussen týddi. |
870 | Stuttsøgan er um eina kvinnu, ið ikki vil góðkenna sítt hjúnaband. Í stuttsøguni hoyrir man eina hending, har kvinnan er komin heim eftir at hava verið úti og drukkið á einari barr, og tá ein maður seinni kemur heim, vil kvinnan ikki kennast við hann, tað vísur seg, at hetta er maður hennara. |
871 | Heitið á suttsøguni 'Hatta er ikki maður mín',lýsir sera væl innihaldið í stuttsøguni. Heitið verður eisini nýtt í síðsta setningi: "Hasin har inni, hatta er ikki maður mín." (regla 85- |
872 | Tá hon koyrir sigarettirnar í taskuna, er hon innandura, møguliga vísir hetta á, at tað er loyvt at roykja inni (regla . Í 2007 varð tað bannað at roykja á almennum støðum. |
873 | Stuttsøgan hevur 'tíðarraðarbygnaða'. Gongdin fer fram í tíðarrøð. Har eru eingi afturlit ella framlit. Stuttsøgan byrjar mitt í eini hending, in medias res, hetta fær lesaran til at vilja lesa meira fyri at skilja, hvat hendir og hvar tey eru. Søgan endar eisini mitt í eini hending. Lesarin fær ikki at vita, um kvinnan fer at taka mann sín til sín aftur ella um tey blíva skild. |
874 | Stílurin í stuttsøguni er álvarsamur og syrgiligur. Eg haldi, at stuttsøgan hevur ein álvarsaman stíl, tí t.d. í byrjanini byrjar kvinnan við, at hon finnur útav, at henni ikki dámar hann longur (regla . Tá ið hon vaknar um náttina við, at hann kemur heim, sigur hon: "Hvat fanin gert tú her?" og "hvør hevur givið tær lykilin til mína íbúð? " |
875 | Maðurin í søguni fer at flenna, tá ið kvinnan fortelur honum, at hon ikki kennir hann, men tað ljóðar ikki sum eitt ektað flenn (regla . |
876 | Huglagið í søguni er sera dapurt. Av tí at tað er um veturin, ímyndar man sær eisini, at tað er kalt (regla . |
877 | Stuttsøgan er skrivað í medlit. Søgan verður fortald samstundis, sum hendingarnar fara fram. |
878 | Stuttsøgan kann deilast upp í tveir partar. Partur er, tá ið kvinnan er á einari barr ella onkrum líknandi (regla 1-. Her er kvinnan í einum umhvørvi, saman við manninum, har fólkini rundan um tey eru 'í ørviti av drykkjuskapi, tey hanga hvør á øðrum'. (regla 6-. |
879 | partur er, tá ið kvinnan er farin til hús. Her er umhvørvið friðarligt, til maðurin kemur heim, og hon kennir hann ikki aftur. Hon roynir at sannføra Henrik um, at hann ikki er ein partur av hennara lívi. (regla 16- |
880 | Søgan fyrigongur nokk í einum stórbýi: "Eg fái mær ein hýruvogn." (Regla |
881 | Tey eru nokk ikki frá miðalklassa, men frá undirklassa. Tað sæst, tá Henrik spyr hana, hví hon ikki er til arbeiðis, sum um tað ikki hevði nógv at siga, at hon ikki passar sítt arbeiði. Tey raðfesta ikki arbeiði høgt, og teirra mál er heldur ikki vanligt fyri miðalklassan. T.d. í reglu 36 sigur Henrik: " Har situr man, gloymdur eftir við fúlari kenning, gamla er rýmd, tað er pínadoyð væl gjørt." |
882 | Stuttsøgan er skrivað við einum innara sjónarhorni. Kvinnan er skrivað í Pers sum eg-persónur. Tað sæst ígjøgnum allan tekstin, har kvinnan fortelur um sínar meiningar um mannin t.d. við at siga: "Eg hati hann" (regla og "Eg førki meg út í gongina, eg rópi."Lesarin kennir allar hugsjónir hjá frásøgufólkinum. |
883 | Man hoyrir um tveir persónar í stuttsøguni. Høvuðspersónurin er kvinnan, og so er maður hennara, Henrik. |
884 | Kvinnan er gift við Henrik, men elskar hann ikki (regla . Hon hevur stórar trupulleikar við teirra parlagi. Longu fyrst í stuttsøguni sigur hon, at henni ikki dámar ein mann longur, seinni fær lesarin at vita, at hetta er maðurin, hon er gift við. Trupulleikarnir síggjast ígjøgnum allan tekstin, men serliga í reglu 15, tá hon undrast á at hon enn er edrú, tí hon hevur roynt at drukkið, soleiðis at heimurin fór at sýnast ljósari. Eisini sæst tað í reglu 64, tá hon fær vaml av at síggja hann og rennur út at spýggja, og síðani fer hon inn í køkin at gráta. Hon roynir fleiri ferðir at blaka hann út úr 'hennara' húsi, og skilur ikki, at hann ikki sær hvussu órímiligt tað er, at hann er har (regla . Hon hevur ivaleyst sannført seg sjálva um, at tey ongantíð hava havt eitt parlag og minni um, at tey eru gift. |
885 | Møguliga hevur hon alkoholtrupulleikar. T.d. tí hon er á einari barr, dagin fyri hon skal arbeiða. Við mátanum Henrik spyr hana uppá, virkar tað ikki, sum um tað er fyrstu ferð, at hon ikki er farin til arbeiðis(regla .Fólk við alkoholtrupulleikum goyma ofta trupulleikan fyri sær sjálvum. |
886 | Hon handfer støðuna á ein óvittøkan máta. Hon hugsar ikki við skynsemi, men hugsar við kenslum. Og tað eru kenslurnar, sum hava fingið hana til at gloyma mannin. |
887 | Kvinnan hevur møguliga útvikla eina depressión, sum hon ikki sjálv kann koma burturúr. Hon roynir at deila sína depressión við Henrik, sum ikki sær depressiónina og kann tí ikki gera nakað við tað. Tað førir til, at hon byrjar at hata hann. Hesin haturin útviklar seg ígjøgnum stuttsøguna so nógv, at hon endar við at nokta fyri sær sjálvari, at hon hevur valt at gifta seg við honum. Hesar sálarligu trupulleikar føra til, at hon drekkur ov nógv, og endar í einari fantasiverð, har hon noktar tað, hon ikki vil góðkenna. |
888 | Í stuttsøguni er Henrik giftur við kvinnuni. Tað virkar ikki, sum at hjúnabandstrupulleikarnir ávirka hann nógv. Hann lætst ikki síggja trupulleikarnir, og sær útyvir sálarliga støðuna hjá konuni. Tað sæst, tá hann kemur heim frá 'barrini' og hon leypur á hann, tá verður hann illur, men leggur seg á sofuna at sova uttan at loysa trupulleikan fyrst. Hann vil nokk heldur lata tað liggja og vónar, at tað loysir seg sjálvt (regla 59-. Á reglu 60 etur hann tvær Albyl, møguliga hevur hann timburmenn, men tað kann eisini vera fyri at hjálpa honum at goyma pínuna og trupulleikarnir, hann og konan hava. |
889 | Tað er ringurin, ið vísir konuni, at tey eru gift. Ein ringur verður ofta brúktur, tá ið fólk giftast sum eina mynd uppá, at tey eru bundin til hvønn annan, ein áminning á, at tey eru gift. Tó vil kvinnan í stuttsøguni ikki kennast við ringin, hon roynir at sannføra seg sjálva um, at ringurin ikki er hennara (regla 81-. Hóast at kvinnan helst ikki vil góðkenna teirra hjúnaband, so er tað ringurin, ið hon trýr mest á. |
890 | Brandurin innan í kvinnuni kann vera ein mynd á ymisk ting. Ein eldur ímyndar nakað heitt og nakað, sum lýsir upp. Tað kann vera depressiónin hjá kvinnuni, ið verður sterkari og lýsir bjartari. |
891 | Tá ið fólk verða ill, verða tey ofta heit. Brandurin í kvinnuni kann verða ein mynd á øðina, hon hevur í sær. |
892 | Eldur kann elva til pínu og deyða. Hon hatar mann sín, og vil ikki góðkenna, at hann er maður hennara. Eldurin kann verða ein mynd á hesa pínuna, hon hevur í sær. Vit vita ikki, hvussu søgan endar, men møguliga doyr hon av pínu. Tó kann brandurin eisini ímynda eina styrki av reinsan. Í síðstu reglu av stuttsøguni sigur hon: "Hasin har inni, hatta er ikki maður mín". Kanska hendan niðurstøðan reinsar hana innaní. Tó er tað ringt at siga, hvat tað veruliga er, ið hendir, tí søgan endar har, og lesarin fær ikki meira at vita. |
893 | Temaið í hesari søguni haldi eg verða brotið hjúnaband. Tí søgan inniheldur nógvar trupulleikar í einum hjúnabandi. Tað eru nógvar orsøkir til, at eitt hjúnaband ikki heldur. Ofta er tað manglandi loysnir á trupulleikar og ofta hendir tað, tí pør ikki tosa við hvønn annan um trupulleikan. Sum tey eisini gera í søguni, so velja pør ofta at gloyma trupulleikan heldur enn at loysa hann. Tað krevur eisini tíð at byggja eitt sterkt hjúnaband upp. Í stuttsøguni síggja vit ikki eitt sterkt hjúnaband, tað er heldur brotið. Kvinnan roynir at tosa við mannin, men hann lurtar ikki (regla 1-. Av tí at kvinnur í dag eru sjávstøðugar, hava tær ikki longur brúk fyri einum manni fyri at yvirliva. Hetta er eisini ein orsøk til brotin hjúnabond. |
894 | Í dag er tað vanligt, at pør skiljast. Tó at tað er vanligt, er tað eitt tabu-evni, sum ofta ikki verður snakkað um. Eftir at lesa stuttsøguna fyrstu ferð situr man eitt sindur sum eitt spurnartekin, men aftaná at hava lisið tekstin nakrar ferðir fær man eitt syrgiligt huglag. Teksturin er góður, lættur at lesa, tó er hann ikki so lættur at skilja. Eg kann seta mítt lív í samband við mátan, Henrik handfer trupulleikarnar. Mær dámar betur at skumpa trupulleikan frá mær og lata, sum hann ikki er har heldur enn at loysa trupulleikan. Ofta er tað lættari bara at gloyma trupulleikar og steingja teir úti, heldur enn at loysa teir, tí tað er ikki altíð at loysnin er góð. Tað er eisini ringt at loysa eitt hjúnaband, sum longu er brotið. |
895 | Í nútíðarsamfelagnum má hvør einstakur vaksin arbeiða fyri at klára seg og roynast væl í gerandisdegnum. Tað eru mong, ið arbeiða serliga nógv, og ofta er endin tann, at arbeiði og pengar fáa valdið á einum. Harafturat er tráanin eftir at verða væleydnaður í samfelagnum, og hetta hevur ofta óhepnar avleiðingar við sær, eitt nú strongd. Stúranin um morgindagin er ein ótýdiligur tanki hjá mongum, og fleiri dømi eru um, at tað at enda er rúsdrekka, sum tekur yvir. |
896 | Nógv verður tosað og skrivað um júst hetta evnið, eitt nú fyri at varpa ljós á, at arbeiðið eigur ikki at fáa ræði á gerandisdegin hjá fólki. Stuttsøgan "Hatta er ikki maður mín," lýsir hetta evnið, nevniliga strongd og ta ávirkan, hetta hevur við sær. Grønlendska Naja Marie Aidt skrivaði stuttsøguna í 1995, og hugsast kann, at hon hevur skrivað grundað á egnan kunnleika, nevniliga tí Grønlandi er eitt land, sum ofta verður sett í samband við rúsdrekkamisnýtslu. |
897 | Stuttsøgan snýr seg í stuttum um eini hjún, sum eru komin heim eftir einum túri í býnum. Konan vaknar frá sær sjálvari í seingini, og maðurin kemur heim nakað seinni og er enn fullur. Løtu seinni tekur eitt øgiligt klandur upp á seg, og huglagið í søguni gerst skjótt rættiliga tungt. Kvinnan kennir hvørgan mann sín ella seg sjálva aftur. |
898 | Søgan er rættiliga stutt og fevnir ikki um eitt langt tíðarbil. Søgan fer fram í tíðarrøð Vit fylgja eygleiðingum hjá kvinnuni gjøgnum alla søguna, sum fer fram seint á kvøldið til tíðliga morgunin eftir. Málið í søguni er gerandisligt, og tað er rættiliga nógv beinleiðis tala og nógvar umhvørvislýsingar. Ein fær støðugt eina fatan av, hvar vit eru stødd, og hvussu umhvørvið er. Harafturat kann søgan býtast í partar, alt eftir, hvussu huglagið verður lýst: |
899 | Brot s. 1, r. 1 - her verður umhvørvið lýst gjøgnum hugleðingar og eygleiðingar hjá kvinnuni, tí vit hoyra um tað, sum kvinnan sær og ger. Vit hoyra tankar hennara, og lætt er at seta seg inn í tankarnar hjá henni og sostatt fáa eina fatan av, hvussu umhvørvið í veruleikanum er. Í byrjanini á hesum brotinum fáa vit eina beinleiðis lýsing av tí, hon upplivir, og tað endar síðani við tí, hon heldur, morgindagurin hevur at bjóða. |